Lønarumsitari til Strandfaraskip Landsins

Strandfaraskip landsins sóknast eftir einum nærlagdum lønarumsitara til fulltíðarstarv. Talan er um eitt fast starv at byrja 3. mai 2021.
Sum lønarumsitari skalt tú umsita lønarskipan, og hevur ábyrgd av avgreiðslum og skrásetingum. Tú skalt avgreiða løn, og hava gott yvirlit yvir hesum øki. Tínar uppgávur vera eisini at gera royndarkoyringar og gera setanarskriv. Tú kemur at arbeiða sjálvstøðugt við tøttum tvørgangandi samstarvi við nærmasta leiðara og avvarðandi deildum/skipum hjá Strandfaraskip Landsins.
Tú fært góðar møguleikar at hava ávirkan á egnan arbeiðsdag. Sum lønarumsitari hevur tú góðar karmar fyri fakligari og persónligari menning.

Tínar høvuðsuppgávur eru:
• Vaktplan, Total View, lønaravgreiðslur og lønarkunningar
• Tryggja at skipanir eru dagførdar, og til eina og hvørja tíð vísa rættar saldur og hagtøl
• Uppseting av lønarhagtølum
• Avgreiða fyrispurningar frá leiðsluni
• Samskifta og samstarva við aðrar starvsfelagar

Ein týðandi partur av starvinum er at samstarva við Gjaldstovuna, og umsiting av at tilluta uppgávur til avvarðandi skipsleiðslur.

Tað er eitt krav, at tú hevur førleikar og royndir við VAKT-plan.

Eisini vænta vit, at tú sum lønarumskipari:
• Hevur lokið skrivstovuútbúgving, hevur Hægri Handilsskúla prógv ella líknandi
• Dugir at arbeiða sjálvstøðugt, og hevur lætt við at samskifta og samstarva
• Hevur innlit í sáttmálar
• Hevur kunnleika og royndir við Microsoft Office forritum

Tað er neyðugt, at tú trívist við broytingum og sær týdningin av nýhugsan. Samstundis sum tú:
• Hevur evnir at orða teg, bæði skrivliga og munnliga á føroyskum
• Hevur góðan røkjuskap og ert skipað/ur
• Ert forvirkin og tilvitað/-ur um týdningin av at halda tíðarfreistir og avtalur
• Ert ágrýtin, álítandi og jalig/-ur

Setanar- og lønarviðurskifti
Dagligi arbeiðsstaðurin er á Tvøroyri. Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.

Umsókn
Umsókn við avritum av viðkomandi prógvum og møguligum viðmæli skulu sendast til Eyðhild Jacobsen, leiðsluskrivara, á teldupost eyj@ssl.fo ella til:

Strandfaraskip Landsins
Sjógøta 5
Postrúm 30
810 Tvøroyri

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 6. apríl 2021 kl. 12.
Neyvari upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær Elin Jacobsen, starvsfólkaleiðara, á teldupost elj@ssl.fo ella á telefon 293015.

Um Strandfaraskip Landsins

Strandfaraskip Landsins (SSL) eru landsfyritøka undir Fíggjarmálaráðnum, hvørs endamál er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi. Fyritøkan umsitur 29 farleiðir, har av 7 Oyggjaleiðir og 22 Bygdaleiðir. Til at røkja hesar leiðir hevur SSL 9 ferjur og 48 bussar. Samlaða ferðafólkatalið er í støðugum vøkstri, og var í 2019 uml. 1,2 mio. ferðandi, har av umleið 700.000 brúktu ferjurnar á Oyggjaleiðum og á leið 550.000 nýttu bussarnar á Bygdaleiðum. Til at røkja hesar tænastur hevur SSL umleið 170 starvsfólk. Fyrisitingin er skipað í 5 deildir: Fíggjardeild, Samferðsludeild, Sjódeild, KT-deild og Starvsfólkadeild

Facebook viðmerkingar