Verkstova í persónligari branding – í einum bási

Hevur tú ein íverksetara goymdan í tær? Gongur tú dreyminum um, at selja tínar egnu vørur á lokala marknaðinum? Óansæð um tað er heimabundi ella heimagjørdir oyralokkar, so hevur tú tørv á at menna títt brand. Legg leiðina framvið FabLab tórsdagin tann 15. apríl kl. 13.30 til 19.30. Á verkstovuni fært ú m.a. hjálp í:

  • At gera títt búmerki og skriva tað á klisturmerkir.
  • At gera títt skelti.
  • At uppseta príslista(r) grafisk.
  • At lasaraskera eitt smykku træ í t.d. akryl ella træ.
  • Øðrum, tað er bert tíðin og hugflogi sum setur avmarkingar.

Melda til við at senda eina teldu post til:

Tina.tausen@skulin.fo

Tiltakið kostar 100 kr. + møguligt brúkt tilfar.

Inngongd er millum Vágs Kirkju og skúlan

Facebook viðmerkingar