Blómubindari í Hvalba

Ger páskaprýði við blómubindara Linu Hanssen leygardagin, 27. mars frá kl. 12-16. 

Lina er ein føddur estetikari og myndin er frá greinini í seinstu Kvinnu

Hugsað verður burðardygt og føroyskt. Tilfarið, ið verður nýtt, er úr føroysku náttúruni.

Øll, ið luttaka fáa tað tey hava gjørt heim við.

Prísur 495 kr. Við í prísinum er kaffi og rabarbu medallón. 
Pláss er fyri 20 luttakarum á verkstovuni.

Facebook viðmerkingar