Nú kunnu fólk 85 ár og eldri bíleggja tíð til koppseting

Fólk sum eru 85 ár og eldri kunnu nú bíleggja tíð til koppseting við nýggju bíleggingarskipanini á corona.fo. Sjúkrahúsverkið mælir til, at tey avvarðandi hjálpa við bíleggingini.

Frameftir verður koppsett eftir aldri og fyrst eru tað tey, ið eru 85 ár og eldri, sum eiga tørn. Lýst verður í miðlunum so hvørt nýggir aldurbólkar sleppa framat at bíleggja tíð til koppseting.

Her eru nøkur góð ráð, tá fólk bíleggja.

•  Hav p-tal og fartelefonina hjá tær, tá ið tú bíleggur tíð.

•  Kennir tú teg ikki trygga við tøknina, so mæla vit til, at ein avvarðandi hjálpir tær.

• Til ber at brúka telefonnummar og teldupost hjá tí avvarðandi, tá ið tú bíleggur tíð.

Tá ið tú bíleggur, velur tú fyrst koppsetingarstaðið og so eina tøka tíð í upplatingartíðini.

Sjúkarhúsverkið hevur gjørt ein vegleiðandi film, sum kann hjálpa tær við bíleggingini. Filmurin liggur á síðuni, har bíleggingin fer fram. Sí eisini filmin HER

Facebook viðmerkingar