Flogbóltsárið er rættiliga farið at halla, og nú eru bara sjálvar FM-finalurnar eftir at leika. Eins og nógvu árini undan hesum, verða finalurnar hjá teimum yngru liðunum leiktar í høllini í Trongisvági frá fríggjadegnum 26. mars til sunnudagin 28. mars.
Høllin í Trongisvági verður karmur um tiltakið, og alt er fyrireikað sum á hægsta altjóða stigi við serliga flogbóltsgólvinum og øllum tí, ið hoyrir til. Tað er TB, sum saman við FBF stendur fyri tiltakinum og Varðin Pelagic er høvuðsstuðul.
Vit kunnu vænta okkum nógvar góðar og spennandi dystir, og sum ikki einaferð, er SÍ best umboðað. TB eigur lið í trimum finalum, og man ikki vera væntandi, at tvøráfólk fara at taka væl undir og stuðla sínum liðum við buldur og brak.
Cafeteria v/Anitu hevur opið allar dagarnar, og leygardagin frá kl. 12.00 er Føroya allar besta buffé opin í matarhøllini í skúlanum.
Stroymað verður frá øllum finalunum á www.fbf.fo
Finalurnar verða leiktar soleiðis:
Fríggjadag 26.03.21
Kl. 16.30 Gentur 14 SÍ – Fleyr
Kl. 18.30 Dreingir 15 SÍ – Ternan
Kl. 20.30 Gentur 19 SÍ – KÍF
Leygardag 27.03.21
Kl. 10.00 Kvinnuunglingar SÍ – KÍF
Kl. 12.00 Dreingir 17 TB – SÍ
Kl. 14.00 Gentur 16 TB – SÍ
Kl. 16.00 Mansunglingar SÍ – Fleyr
Sunnudag 28.03.21
Kl. 14.15 Gentur 12 Mjølnir a – Dráttur a
Kl. 15.45 Dreingir12 TB a – SÍ
Eisini FM-yngri 3. apríl
Orsakað av serligum viðurskiftum, verður finalan í G14 B ikki leikt fyrr enn leygardagin 3. apríl í Høllini á Hálsi, tá FM-finalunar hjá teimum vaksnu verður.
Finaluliðini í G 14 B eru B 71 og Ternan a
Facebook viðmerkingar