Eins og undanfarin ár, verður Skúlafótbóltur aftur á skrá hetta skúlaárið – og spælt verður í mai og juni mánað.
Spælt verður bara í 1 dag og merkir hetta eisini at vinnarar verða funnir fyri árgangirnar og fyri gentur, dreingir og blandaði lið. Vinnandi liðini fáa steyp og medaljur.
Spælt verður tórsdagar, tá Smyil fer av Havnini kl. 8.45. Er veðrið til vildar verður (eins og í fjør) farið vestur á Eiðið, er ivaveður, so verður spælt í Marghøllini.
Tað er umráðandi, at flokkar melda til so skjótt sum tilber, tí um tað verða sera nógvar tilmeldingar, so kann gerast neyðugt at broyta leikskránna, soleiðis at tað ikki spæla so nógvir flokkar sama dag.
Tilmelding fer fram her á heimasíðuni undir Tilmeldingarskjal.
Skúlafótbóltur er skipaður við BankNordik sum høvuðsstuðli og í góðum samstarvi við Fótbóltssamband Føroya og Vágs kommunu.
Spælt verður soleiðis skúlaárið 2020/2021
Facebook viðmerkingar