Eins og undanfarin páskir, so er nógv á skrá í Vági. Páskadagarnar bjóða vágbingum, suðuroyingum og vitjandi í oynni eitt gylt høvi, at taka sær av løttum og njóta tað, sum Vágur hevur at bjóða.
Teir komandi dagarnar, frá skírisdegi til 2. Páskadag, kann man m.a. eta úti á teimum mongu góðu matstøðunum. Eisini kann man vitja Sluppsavnið ella síggja fóltbólt vesturi á Eiðinum.
Tað andaliga hevur eisini sítt sæti um páskirnar. Allar páskadagarnar letur kirkjan og samkomurnar dyrnar upp til almenningin, har m.a. gudstænastur, møtir og felags máltíð vera.
Her kann páskaskráin í Vági lesast (pdf). Eisini kann skráin síggjast á Facebook síðuni hjá Miðlatúni og á heimasíðuni whatson.fo.
Facebook viðmerkingar