Okkurt má gerast sum skjótast við umstøðurnar hjá barnakonum, sum mugu úr Suðuroynni til Havnar at eiga børn, sigur Bjarni Hammer, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, sum í dag hevur sett landsstýrismanninum við heilsumálum ein fyrispurning um málið.
Føðideildin á Suðuroyar Sjúkrahúsi varð niðurløgd fyri nøkrum árum síðani, og síðani hava barnakonur úr Suðuroynni ferðast til Havnar í sambandi við barnsburð. Sum natúrligt er, ynskja flestu barnakonur at hava maka og børn við, og av tí at tað sjáldan ber til at siga við vissu, akkurát nær barnið verður føtt, er neyðugt at vera í Havn nakrar dagar áðrenn væntaða føðing – umframt dagarnar aftaná, at barnið er føtt. Tá føðideildin á Suðuroyar Sjúkrahúsi lat aftur, var ætlanin íbúðir skuldu gerast í einum bygningi hjá Landssjúkrahúsinum, har barnakonur og familjur teirra kundu vera í sambandi við barnsburð. Men hetta bleiv av ongum.
- Barnakonur úr Suðuroynni hava nú búleikast undir vánaligum umstøðum í fleiri ár, og sjálvt um vit fleiri ferðir hava víst á trupulleikan, so sær tað ikki út til, at nakað hendir. Harafturat eru tað nógvir pápar, sum missa nógva inntøku, av tí at teir ikki fáa arbeitt teir dagarnar, sum teir mugu vera í Havn. Hetta rakar serliga hart tímaløntar pápar, og dømi eru um, at tímaløntir pápar hevur verið í Havn í upp til 8 vikur uttan rætt til nakað endurgjald fyri mista inntøku. Her eru suðuroyingar fyri stórum vanbýti í mun til foreldur í øðrum økjum í landinum. Tað kunnu vit als ikki góðtaka, sigur Bjarni Hammer.
Í sambandi við seinastu fíggjarlógarviðgerð spurdi Henrik Old, løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin, landsstýrismannin á økinum, um møguleikarnar fyri at bøta um viðurskiftini hjá barnakonunum úr Suðuroynni. Kaj Leo Holm Johannesen svaraði, at hann helt tað ikki vera annað enn rímiligt, at barnakonur, sum koma úr Suðuroy, fáa góðar umstøður. Bjarni Hammer heldur, at tíðin er komin til, at landsstýrismaðurin setur handling aftan fyri orðini nú.
Facebook viðmerkingar