Flestallir suðringar, ikki minst fámjingar, hava í spenningi bíðað eftir, at Fámjinstunnilin skuldi bjóðast út, men tunnilin er framvegis ikki bjóðaður út.
18. Mars 2021 setti Bjarni Hammer, løgtingslimur, §52 fyrispurning til Jørgen Niclasen, landsstýrismann við ábyrgd av Landsverki og harvið eisini Fámjinstunlinum, um hví ongin verklagslóg um Fámjinstunnilin var komin í Løgtingið, nú seinasti framløgudagur var farin framvið.
Og nú er greitt, at orsøkin er, at gull er funnið í kjarnuboringunum í samband við Fámjinstunnilin og er tunnilin av somu orsøk útsett.
Kjarnuboringar eru gjørdar í tveimum umførum í 2020 í samband við Fámjinstunnilin. Í fjør summar var tað fyritøkan Bora, sum stóð fyri arbeiðinum, og í desember var tað Kristian Stórhamar, ein av royndastu tunnilis-fólkunum í Føroyum, sum stóð fyri kjarnuboringunum.
-Og tað var í samband við hesa seinnu kjarnuboringarnar, at komið varð fram á eina gull-lind í fjallinum.
Kristian Stórhamar, sum er anleggsleiðari hjá NCC á Sandoyartunlinum og eisini hevur verið við til bæði Eysturoyar-, Norðoya, og Vágatunnilin, greiður frá, at tað ikki er óvanligt, at man kemur fram á ymisk sløg av metallum, tá man borar tunlar, men at hetta er fyrstu ferð, at hann er komin fram á gull í kjarnuboringunum.
Uni Árting, jarðfrøðingur, sigur í stuttari viðmerking, at Suðuroyggin er sera spennandi, tá tað kemur til miniralir. Í Sumba hava tey funnið jaspis, í grótbrotinum í Porkeri hava tey funnið kopar, so greiðar ábendingar eru um, at Suðuroyggin goymir gimsteinar av ymiskum slagi í jarðfláunum.
Arni Teindal, kommunuskrivari í Fámjin, sigur, at tað ikki kemur so nakað yvirraskilsi, at gull er funnið í fjallinum, tí Fámjingar høvdu kolaminur longu tíðliga í 1800talinum, so fólk í Fámjin hava altíð vitað, at tað eru stór virðir í fjallinum. At gull er funnið er heilt fantastiskt, og fyri okkum í Fámjin er stóri spurningurin nú, hvør skal hava ágóðan av gullinum, um tað verður hagin, kommunan ella landið, sigur Arni Teindal, kommunuskrivari.
Á Landsverki vilja tey ikki gera viðmerking til málið, men vátta, at ein óvanlig støða hevur ført við sær, at Fámjinstunnilin fyribils er útsettur og mugu fámjiningar og onnur so brynja seg við tolið eftir at sleppa undan einum av vandamiklastu farleiðunum í Føroyum, farleiðin um Ørðaskarð.
Facebook viðmerkingar