Eirik og Petur vunnu 12. umfar í sjavs

Í vikuni áðrenn páskir var 12. umfar í sjavskappingini hjá Suðuroyar Sjavsfelag. Hetta 12. umfarið vunnu Eirik Poulsen og Petur Midjord.

Úrslitið av umfarinum gjørdist hetta:

Nr. 1. Eirik Poulsen og Petur Midjord, 4 stig hvør
Nr. 2. John Nilssen og Kathrina Borgardal, 3 stig hvør
Nr. 3. Jákup Joensen og Gudmund Poulsen, 2 stig hvør
Nr. 4. Eyðálv Bech og John Bech, 1 stig hvør

Næsta sjavskapping verður tórsdagin 8. apríl kl. 18.30 og spælt verður í VB-húsinum.

Facebook viðmerkingar