Leygardagin 8. mai letur nýggi Hvalbiartunnilin upp fyri ferðslu. Hetta er nakað seinni enn upprunaliga ætlað, tí væntað varð, at koyrandi fór at verða ígjøgnum nýggja Hvalbiartunnilin í februar í ár.
KVF veit at siga, at orsøkin til seinkingina er Covid19, sum hevur ávirkan á levering av vørum og tænastum í samband við Hvalbiartunnilin. Men nú er so greitt, at um ein góðan mánað, leygardagin 8. mai, verður nýggi Hvalbiartunnlin tikin í nýtslu
Facebook viðmerkingar