Øll sum eru 70 ár og eldri kunnu bóka tíð til koppseting

Um 1.100 fólk eldri enn 74 ár hava bókað sær tíð til koppseting, síðani bókingarskipanin lat upp aftur eftir páskir. Nú verður aldursmarkið aftur sett niður.

Í gjárkvøldið kom nýggj sending við umleið 4.000 skamtum av koppingarevninum frá Pfizer/BioNTech við flogfarinum, og í dag er koppsetingin tikin uppaftur á teimum trimum sjúkrahúsunum. Væntandi verða eini 700 fólk koppsett í dag.

Væl hevur gingist at fáa fólk at bóka tíðir til koppseting á corona.fo, og nú verður skipanin latin upp fyri øllum, sum eru 70 ár ella eldri. Koppsetingin heldur fram í næstu viku og so leingi koppingarevni er í landinum.

Facebook viðmerkingar