Beint fyri páskir boðaði Vodafone Ísland keypsskálanum frá, at felagið hevði undirskrivað avtalu um at selja sín ognarlut í føroysku KT- og telefyritøkuni Nema.
Ein bólkur av leiðandi starvsfólkum og nevndarlimum í Nema keypa bróðurpartin av íslendska ognarlutinum, og verandi høvuðspartaeigarin Tjaldur keypir eftirverandi partin, soleiðis at Nema nú kemur 100% á føroyskar hendur.
Vodafone Ísland átti upprunaliga allan partapeningin í telefelagnum Hey, áðrenn felagið varð lagt saman við Nema. Eftir samanlegginga áttu íslendsku eigararnir 49.9% av samanlagda felagnum, og síðan hevur verið arbeitt við at yvirtaka seinasta partin.
“Við hesum eru vit komin á mál við at fáa samanløgdu fyritøkuna fult og heilt á føroyskar hendur. Nema hevur stóran samfelagsligan týdning sum veitari av framkomnum tele- og KT-loysnum til stóran part av føroysku vinnuni, almenna geiran og einstøku húsarhaldi. Tað er sera umráðandi at vit hava sterkar fyritøkur í Føroyum, ið kunnu ganga á odda í tøkniligu menningini og skapa loysnir, ið hóska til føroysk viðurskifti, og tí fegnast vit um, at Nema nú verður enn betur grundfest í Føroyum”, sigur Rúnar Reistrup, nevnarformaður í Nema.
Seinastu árini hava leiðsla og starvsfólk í Nema serliga lagt seg eftir at menna nýskapandi loysnir til vinnulív og stovnar, ið hegnisliga samantvinna tele og KT-skipanir. Harumframt hevur Nema gjørt stórar íløgur í at útbyggja 4G farnetið kring landið, har størsta avbjóðingin í fjør var at leggja 4G í allan Eysturoyartunnlin. Farnetið hjá Nema røkkur um alt landið.
Málið hjá nýggju og verandi eigarunum er at menna Nema sum ein sterkan og nýghugsandi KT- og televeitara at vera leiðandi á føroyska marknaðinum og við tíðini eisini bjóða seg fram uttan fyri Føroyar.
Facebook viðmerkingar