Svimjistevnan í Vági um vikuskiftið verður hin fyrsta nakrantíð, har føroyingar kunnu royna eftir OL-úttøku.
Í morgin verður stór svimjistevna í Páls Høll í Vági – SuSvim Open – sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri.
Kappast verður báðar dagarnar, 10. og 11. apríl, og byrjað verður í morgin klokkan 9.
Startlistarnir til svimjistevnuna kunnu allir síggjast um heimasíðuna hjá Svimjisambandi Føroya – www.ssf.fo.
Kappingin hetta vikuskiftið er seinasti møguleikin at kvalifisera seg til EM í Budapest í mai mánaði, umframt at stevnan í Vági verður hin fyrsta nakrantíð, har føroyingar kunnu royna eftir OL-úttøku.
– Startlistarnir síggjast eisini á www.livetiming.se, har úrslitini verða at síggja beinleiðis so hvørt, sum svomið verður, siga tey í Svimjisambandi Føroya, har tey eisini fara at stroyma frá stevnuni.
Lagt verður aftrat, at stroymingin verður at síggja á YouTube-rásini hjá Svimjisambandi Føroya.
Bjarni Johansen, borgarstjóri, Marlon Kjærbo, formaður í SuSvim og Levi Mørk, formaður í mentamálanevndini.
Leygardagin verður eisini stórskíggin – hin fyrsti av sínum slag í Føroyum – tikin í nýtslu í Páls Høll, og tað er Vágs kommuna, sum hevur keypt stórskíggjan til Páls Høll.
Í dag vóru umboð fyri Vágs býráð fram við í Páls Høll og royndu skíggjan saman við formanninum í SuSvim, Marlon Kjærbo.
Facebook viðmerkingar