Danir eiga avgerðina um radaran á Sornfelli, sigur samgongan, og skúgvar harvið Føroya Løgting og Føroya fólk til viks.
Hetta er púra óhoyrt. Ongin stjórn eigur at hava so lítla virðing fyri parlamentinum og sær sjálvum.
Danir boykottaðu føroyingar, tí danir røktu egin áhugamál. Men kortini heldur samgongan fram við at lata danir taka avgerðir vegna Føroyar – eisini hóast hetta er í andsøgn við føroysk áhugamál.
Føroyingar, og bara føroyingar, røkja føroysk áhugamál.
Vit mugu ikki góðtaka at verða skúgvaði til viks.
Loysnin er einar sjálvstøðugar Føroyar
Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi
Facebook viðmerkingar