Týskvøldið 13. apríl er opið í Miðlatúni har handlar, søvn, matstovur, upplivingarvinnan og onnur sum kunnu hugsast at hava við ferðavinnu at gera, eru vælkomin til eitt prát um fyrireikingar til summarið 2021. Vit hugsa at deila tað upp soleiðis:
Upplivingar, søvn, handlar: kl 18-20
Matstovur og gisting: kl 20-22
Vit taka eitt prát um fyrireikingar til summarið 2021. Vit vóna at tit møta fjølment. Um tað ikki liggur fyri til ásettu tíðina, ber til at koma tá tað passar í tíðarskeiðinum kl 18-22.
Facebook viðmerkingar