Burðaravlopið gevur vaksandi íkast til fólkatalið

Tann 1. mars í ár var fólkatalið 53.108. Tað er vaksið við 809 fólkum ella við 1,5% í mun til somu tíð í fjør. Hetta er næstan sami vøkstur sum undanfarna 12-mánaðarskeiðið, tá vøksturin var 823 fólk ella 1,6%. Av kommununum var størsti vøksturin í Tórshavnar, Klaksvíkar, Runavíkar, Eystur, Nes og Vágs kommunum. Merkisvert er nú við lutfalsliga stórum vøkstri í Sandoy. Eisini er ein ávísur vøkstur í Suðuroy.

Tann stóri fólkavøksturin seinastu sjey árini er í størstan mun komin av eini stórari nettotilflyting, ið er munurin millum tilflyting og fráflyting, og í minni mun frá burðaravlopinum, ið er munurin millum fødd og deyð. Hetta er nú broytt nakað, tí at burðaravlopið gevur eitt munandi størri íkast til fólkavøksturin hetta 12-mánaðarskeiðið enn undanfarnu árini. T.d. er burðaravlopið 66 størri hetta12-mánaðarskeiðið enn undanfarna 12-mánaðarskeiðið, meðan nettotilflytingin er 80 minni.

Nógvar umstøður eru munandi broyttar síðani fyrstu koronutilburðirnar her á landi í fjør vár. Tó er óvist, um hetta hevur havt nakra ávirkan á gongdina í fólkatalinum. Tað eru helst aðrar orsøkir til, at nettotilflytingin er minkað nakað. Hinvegin vigar ein vøkstur í burðaravlopinum upp ímóti hesum, so samanumtikið vísir trendurin nøkulunda sama góða rákið í fólkavøkstrinum sum tey síðstu 7 árini.

Eisini fólkavøkstur í Sandoy og Suðuroy

Verður hugt at fólkavøkstrinum úti um landið (sí talvuna niðanfyri), er hann í tali nógv størstur í Tórshavnarøkinum og Eysturoy. Lutfalsliga (prosentvíst) er vøksturin tó javntstórur í Tórshavnarøkinum, Eysturoy og Norðuroyggjum við 1,7 – 1,8%. Merkisvert er tó, at í tí nógv minna Sandoyarøkinum er lutfalsligi vøksturin tann størsti við 2,4%.

Tað, sum ger stóru broytingina fyri Sandoyarøkið, er bæði ein tilflyting aðrastaðni úr Føroyum og úr útlondum. Hinvegin er onki íkast av burðarlopinum.

Suðuroy fær heldur onki íkast av burðaravlopinum, ið tvørturímóti er negativt. Hinvegin er tað ein stór nettotilflyting úr útlondum til Suðuroy, sum ger, at fólkavøksturin í Suðuroy í fjør var tann størsti í eini tvey áratíggjur.

Í Vágum var fólkavøksturin líka stórur sum í Tórshavnarøkinum og Eysturoy, men síðsta árið er vøksturin uppstøðgaður, og er nú tann minsti av høvuðsøkjunum. Ein orsøkin er, at innlendis flytingin er blivin negativ.

t2

Á myndini niðanfyri er fólkatalið í økjunum sett til 100 pr. 1.1. 2014, og vísir hon sostatt tann lutfalsliga vøksturin í økjunum hesi sjey árini. Her hevur størsti vøksturin verið í sonevnda miðøkinum, Tórshavnarøkinum, Eysturoy og Vágum við 10-13% – hóast Vágar eru dragnaðar nakað tað síðsta árið.

Í næsta bólki koma Streymoyarøkið (uttan høvuðsstaðin) og Norðoyggjar, har vøksturin hetta tíðarskeiðið hevur verið 8%.

Triði bólkurin er Sandoyarøkið og Suðuroy, sum onki hava fingið av fólkavøkstrinum tað mesta av hesum sjey árunum – hóast tølini tað síðsta árið vísa ein ávísan vøkstur, serliga í Sandoyarøkinum.

"

Kommunurnar

Verður hugt at einstøku kommununum, er nógv størsti vøkstur í tali í teim størstu kommununum:

  • Tórshavnar kommunu við 377 fólkum, svarandi til 1,7%
  • Runavíkar kommunu við 102 fólkum, svarandi til 2,5%
  • Klaksvíkar kommunu við 102 fólkum, svarandi til 1,9%
  • Eystur kommunu við 58 fólkum, svarandi til 2,7%
  • Nes kommunu við 46 fólkum, svarandi til 3,4%

Av øðrum stórum og miðalstórum kommunum er stórur vøkstur í Vágs kommu við 2,4% og Sjóvar kommunu við 2,0%. Ein minni vøkstur er í Tvøroyrar og Vága kommunum. Í Vestmanna kommunu er ongin vøkstur. Hinvegin minkar í Fuglafjarðar kommunu við 0,9% og Sørvágs kommunu við 0,8%.

Av smærri kommunum er stórur vøkstur í Skopunar kommunu við 5,1%, Viðareiðis kommunu við 2,9%, Sands kommunu við 2,8% og Kvívíkar kommunu við 2,6%. Ein minni vøkstur var í Eiðis kommunu (1,2%) og í Hvannasunds kommunu (1,0%). Hinvegin minkar í Kunoyar, Sumbiar og Hvalbiar kommunum.  

"
"

Vøkstur í flestu útoyggjum

Eisini útoyggjar fáa ein part av fólkavøkstrinum: 5 eru komin aftrat í Kalsoy, 4 fólk í Nólsoy, 2 í Fugloy og 1 í Skúvoy. Óbroytt er í Svínoy, Mykinesi og Stóru Dímun. Í Koltri býr ongin longur.

"

Facebook viðmerkingar