Inntøkurnar frá persónsskatti misjavnar fyrsta ársfjórðing

Inntøkurnar hjá kommununum í Suðuroynni frá persónsskatti fyrsta ársfjórðing hava verið misjavnar. Flestu kommunurnar í Suðuroynni hava havt eina minking, men tvær hava havt ein vøkstur.

Í Tvøroyrar og Fámjins kommunu vuksu inntøkurnar frá persónsskatti fyrstu 3 mánaðirnar í 2021 samanborið við í 2020. Í Fámjins kommunu var talan um ein vøkstur á 15,31%, meðan vøksturin í Tvøroyrar kommunu var 4,40%.

Í hinum fimm kommununum minkaðu skattainntøkurnar fyrsta ársfjórðing í 2021 samanborið við 2020. Í Sumibar kommunu var talan um lítla minking á -0,57%. Í Hvalbiar kommunu var minkingin á -3,40%, í Porkeris kommunu var minkingini -3,42% og í Vágs kommunu -4,32%. Minkingin í Hovs kommunu var -10,59%.

Tilsamans var talan um eina lítla minking í inntøkunum hjá kommununum í Suðuroynni í fyrsta ársfjórðingi í 2021 samanborið við 2020, minkingin var á umleið 115.000 kr.

Verður hugt eftir øllum kommunum í landinum, so stóðu samlaðu inntøkurnar hjá kommununum í Føroyum at kalla í stað fyrsta ársfjóðring í 2021 samanborið við 2020.

Facebook viðmerkingar