At ein radari verður settur upp á Sornfelli merkir ikki, at Føroyar fáa ein fríhandilssáttmála við ES. Tað hevur danski forsætisráðharrin gjørt greitt í miðlunum.
Sostatt hvarv grundgevingin hjá samgonguni fyri, hví vit skulu tosa við danir um ein radara.
Danir hava boykotta okkum saman við ES. Tí kunnu vit heldur ikki vænta, at danir fara at arbeiða fyri, at Føroyar fáa eina fríhandilssáttmála við ES.
VIt eiga at leypa millumliðið – tað er Danmark – um, og sjálvi taka støðu. Vit vita øll, at millumlið altíð dýrka vøruna.
Um vit samráðast sjálvi, tæna vit føroyskum áhugamálum. Um vit lata danir samráðast, tæna vit donskum áhugamálum.
Skal ein radari setast upp eru tað Føroya fólk og Føroya Løgting, ið eiga ta avgerðina.
Facebook viðmerkingar