Anja og Páll vunnu 13. umfar í sjavs

Tórsdagin 8. apríl var 13. umfar í sjavskappingini hjá Suðuroyar Sjavsfelag spælt í VB-húsinum. Hetta umfarið vunnu Anja Bech og Páll Lervig.

Úrslitið av umfarinum var hetta:
Nr. 1. Anja Bech og Páll Lervig, 4 stig hvør
Nr. 2. Hans Jacob Bech og Egill Steintórsson, 3 stig hvør
Nr. 3. Elnar Holm og Eirik Poulsen, 2 stig hvør
Nr. 4. Jens Mørk og Beinir Thomsen, 1 stig hvør

Næsta sjavskapping verður í kvøld, tórskvøldið 15. apríl, og spælt verður vesturi í VB-húsinum kl. 18.30. Møtið fjølment Øll eru hjartaliga vælkomin.

Støðan í oddinum í sjavskappingini er nú hendan:

SpælararStig
seinasta umfar
Stig
tilsamans
Magni Augustinussen 24
Birgir Skorastein 24
Páll Lervig18
Jákup Joensen 16
Gudmund Poulsen 16
Hans Jacob Bech14
Egill Steintórsson14
Eirik Poulsen12
John Jacobsen 10
Petur Gærdbo 9
Fredrik Ludvig 9

Facebook viðmerkingar