Leygardagin 24. apríl verður árligi ruddingardagurin í Vági. Posar og handskar fáast við Tríkantin á sandinum frá kl. 13.00.
Ruddingin verður skipað kring allan býin og lagt er upp til, at fólk í ymisku býlingunum rudda í egnum nærumhvørvi.
Á ruddingardaginum fara okur at taka upp tað, sum liggur runt í kommununi. Hetta merkir eisini, at ruddingardagurin ikki er ætlaður sum eitt høvið hjá fólki at tøma kjallarar, hjallar og annað.
Heitt verður á ítróttarfeløgini um skipa fyri rudding í nærumhvørvinum, har feløgini halda til kring Ítróttarøkið á Eiðinum, kring Páls Høll og Marghøllina.
Millum kl. 15 – 16 verður bjóðað frukt og Kirvi-vatn í Parkini á Sandinum (ella í Míðlatúnið, um tað ikki viðrar at vera úti).
Facebook viðmerkingar