JAVNI familjulega í Suðuroy í døgunum 25. – 27. juni

Til kunningar ætlar Javni aftur í ár at bjóða til eitt familjuvikuskiftið, ið er ætlað familjum, sum hava eitt barn í aldrinum 0-14 ár við einhvørjum breki. Tiltakið verður vikuskiftið 25. til 27. juni í Ítróttarháskúlanum í Vági, har vit búgva í nýggja næmingaheiminum á sandinum. Saman við Ítróttarháskúlanum verður skipað fyri einum spennandi vikuskiftið har gisting, matur, fyrilestur, hugni og upplivingar fyri alla familjuna er íroknað prísinum. Evnið á leguni og skrá kemur seinni.

Pláss er fyri 10-12 familjum á næmingaheiminum, har tað eru 18 dupultkømur og 3 kømur við 4 soviplássum. Kostnaður fyri alt tiltakið er 700 kr. fyri hvønn vaksnan, um familjan er limur í Javna, annars 1.000 kr. Børn eru ókeypis líkamikið aldur.

Áðrenn vit leggja ein heilan skúla av, hevði tað verið deiligt at vita, um áhugi er fyri hesum spennandi tilboði. Kunnu tit tí vinaliga boða frá áhuga á tlf. 208090 ella skriva ein teldupost á javni@javni.fo, seinast fríggjadagin tann 23. apríl. Fráboðanin er ikki bindandi.

Facebook viðmerkingar