Fríggjadagin 16. apríl kl. 15 verður bókaframløga í SALT, har bókin “Tvístøða”hjá Danial Viðoy verður løgd fram.
Skráin:
– Høvundurin greiðir frá arbeiðinum handan Tvístøðu.
– Tróndur Enni syngur
– Jóhan Eli L. Poulsen ummælir.
– Brynhild Johannesen & Jórunn Viderø greiða frá um bókina, og seta høvundanum spurningar.
– Spurningar
– Høvundurin signerar og møguleiki er eisini at keypa bókina*.
*bókin fæst fyri serprís til framløguna: 220kr
•Gjaldingarháttur: kontant ella umvegis bankaflyting.
Danial Viðoy: Tvístøða
215 síður
Perma: Eydna J. Steinberg
Útgevari: Ungu Føroyar 2020
Prísur: 290 kr
>>Tvístøða er fyrsta bókin hjá 29 ára gamla Daniali Viðoy. Høvundurin vísir í hesi skaldsøguni, at hann dugir at mynda persónar, sum virka og samskifta sínámillum í givnari tíð og á ávísum stað – stutt sagt: hann dugir at siga eina søgu. Sjónarhornið í bókini er eitt annað, enn vit eru von við. Realisman í Tvístøðu er naskari. Lesarin sleppur veruliga at smakka og lukta lívið hjá høvuðspersóninum Bartali heima á Viðareiði eins væl og í Klaksvík, á Mallorka, á Tvøroyri, í Havn, á Íslandsrygginum og í Danmark.
Viðareiðisdrongurin Bartal gongur í 3.g á Kambsdali, tá ið søgan byrjar, og er farin til Keypmannahavnar at lesa um heystið, tá ið skaldsøgan endar. Vinmenninir hava alt at siga, upplivingarnar eru sterkari, tá ið tær eru felags; tá ið teir deila lívsroyndirnar og spegla sær hvør í øðrum. Vinahópurin styrkir samleika sín á konsertum, stevnum og sólarferðum. Men Bartal er á einum vegamóti, hann má finna sína egnu leið. Hann má velja millum ta at síggja til løttu og pínuleysu leiðina og ta tyngru, ið helst er tann, sum kann fáa hann at búnast sum menniskja.
Framtíðin brosar móti Bartali, hann gleðir seg ósigiliga til at byrja ein nýggjan kapittul eftir lokið studentsprógv, tá lívið tekur hann við sær í einum brotasjógvi og noyðir hann at gera upp við partar av sínum fyrra lívi.
Permumyndina hevur Eydna J. Steinberg av Viðareiði teknað. Hon hevur áður myndprýtt barnabøkur. Perman á Tvístøðu myndar við humor og innileika lívsgleðina, sum bókin er full av, men vísir eisini spenningin og mótsetningarnar, sum leika á.<<
Skrivað hevur | Turið Sigurðardóttir
Dagfesting | 20.11.2020
Bólkur | Ummæli
»Veruligar hendingar verða drignar inn í eina sorgblíða søgu um ein ungdóm, ið hevur sítt at dragast við, og hetta gevur bókini ein stak realistiskan dám.« ~Sólfinn Hansen, Sosialurin.
Facebook viðmerkingar