Í gjár, 15. apríl, var hátíðarhald í Vágs kommunu. Jón Vilhelm hevði tá starvast í kommununi í samfull 25 ár.
Sigast má, at arbeiðið og grønufingrarnar hjá Jón síggjast aftur í býarmyndini. Seinastu mongu árini hevur Jón, saman við hinum arbeiðsmonnunum í kommununi, lagt nógva orku í at fríðka m.a. kirkjugarðin og minnisvarðan. Eisini standa nógvu grønuøkini og blómubeðini og prýða um í Vági, til gleði fyri vágbingar og vitjandi.
Í samband við 25 ára starvsdagin fekk Jón handa blómutyssi og gávu frá borgarstjóranum, Bjarna Johansen.
Facebook viðmerkingar