51 prosent av elorkuni stavaðu frá vatni og vindi í 2017. Talan er um ein lítlan vøkstur í grønu framleiðsluni sammett við 2016, samstundis sum elnýtslan tilsamans øktist fimm prosent í fjør
SEV framleiddi 51 prosent av elorkuni burtur úr vatni og vindi í 2017, og oljuriknu verkini framleiddu sostatt 49 prosent. Talan er um ein lítlan vøkstur á eitt prosentstig, samstundis sum elnýtslan øktist fimm prosentstig sammett við 2016.
– Havandi í huga nógva virksemið í samfelagnum, sum elvir til ein lutfalsliga stóran vøkstur í elnýtsluni, so eru vit sera væl nøgd við gongdina, sigur Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðsluni hjá SEV.
Hann vísir serstakliga á vindorkuna, sum øktist 14,5 prosent sammett við 2016.
Heri Mortensen leggur her dent á, at vindurin verður nógv betur gagnnýttur nú. 94 prosent av vindinum í Húsahaga vóru fingin til høldar í 2017, sum var fyrsta heila árið, har battarískipanin í Húsahaga var partur av elskipanini. Samanborið við 2015, sum var fyrsta heila árið, har vindmyllurnar í Húsahaga vóru í rakstri – men uttan battarískipanina – so er talan um ein vøkstur í gagnnýtsluni av vindinum upp á 16 prosentstig, síðani SEV fóru undir vindorkuframleiðsluna í Húsahaga.
– Battarískipanin er í sjálvum sær høvuðsorsøkin, men vit dagføra og menna skipanin støðugt saman við vindmylluframleiðaranum, ENERCON, og tað økir eisini um gagnnýtsluna. Okkara fólk fáa harumframt alsamt fleiri royndir við vindi í elskipanini, sum í sínum uppruna er óstøðug orkukelda. Øll hesi viðurskifti tilsamans geva okkum eitt gott úrslit í vindorkupartinum, sigur Heri Mortensen.
Vatnorkuparturin øktist 4,6 prosent í 2017 sammett við 2016, sum var eitt sera turt ár.
– Samanumtikið eiga vit at síggja góðu gongdina innan grøna framleiðsluna í ljósinum av øktu elnýtsluni, og tað er eingin ivi um, at okkara royndir vísa, at vindorkan eigur at útbyggjast skjótast gjørligt. SEV er til reiðar við fleiri vindmyllum, tað snýr seg bara um at fáa gongd á útbjóðingarnar, staðfestir Heri Mortsensen, deildarstjóri fyri framleiðsluni hjá SEV.
Elframleiðslan var tann hægsta nakrantíð í 2017. SEV framleiddi 334,3 GWt í fjør, og tað er 5,3 prosent meira enn í 2016, tá ið elframleiðslan tilsamans var 317,4 GWt.
Facebook viðmerkingar