Nýggjársnevndin í Vági sóknast eftir gomlum filmsupptøkum og myndum

Í samband við at filmur verður gjørdur um Nýggjárshaldið í Vági, sóknast Nýggjársnevndin eftir gomlum filmsupptøkum og myndum frá Nýggjárshaldinum í Vági.

Filmsupptøkur og myndir kunnu verða frá øllum, sum hevur við nýggjárshaldið at gera, bæði faklagonga, bál, fýrverk, og ikki minst frá nýggjársveitsluni og øllum tí, sum har hoyrdi til.

Tey sum hava filmsupptøkur ella myndir kunnu seta seg í samband við:

Búa Dahl, tlf. 213032

Dan Djurhuss, tlf. 217045

Dennis Holm, tlf. 222928

Facebook viðmerkingar