Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, heldur tað ikki vera í tráð við armslongdarprinsippið, at útpeika nevndarlimir til stýrið fyri Bústaðir, sum samstundis starvast sum fulltrúar hjá landsstýriskvinnuni. Serliga sæð í ljósinum av nýggju lógarbroytingunum, sum vórðu samtyktar fyrr í vár.
Við lógarbroytingunum, sum samgongan hevur gjørt fyri virksemið hjá Bústøðum, er eingin ivi um, at Bústaðir og landsstýrisfólkið við bústaðarmálum – í hesum føri landsstýriskvinnan í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur – verða bundin tættari saman. Millum annað er staðfest, at skulu Bústaðir fara undir verkætlanir einsamallir, kann hetta bert gerast við loyvi frá landsstýriskvinnuni.
Tí er tað undrunarvert, at nýggi formaðurin í stýrinum fyri Bústaðir sjálvur starvast í Almannamálaráðnum og ráðgevur landsstýriskvinnuni.
– Spurningurin er, hvussu tað ávirkar armslongdarprinsippið, at starvsfólk hjá landsstýriskvinnuni sita báðumegin borðið, sigur Eyðgunn Samuelsen, sum hevur sett landsstýriskvinnuni fyrispurning um málið.
Í Degi og Viku í gjárkvøldi førdu bæði landsstýriskvinnan og nýggi formaðurin fram, at tað áður ikki hava verið nógv mál um Bústaðir, sum hava verið kærd til landsstýrið. Kortini skerst ikki burtur, at við nýggju lógarbroytingini kemur samstarvið millum Bústaðir og landsstýrið at vera munandi størri og meiri umfatandi enn áður.
Eyðgunn Samuelsen vil tí hava at vita, hvørjar fortreytir landsstýriskvinnan hevur lagt dent á, tá hon hevur útpeikað nevndarlimir, og um hon sjálv metir tað vera í tráð við armslongdarprinsippið at ein hava nevndarformann, ið samstundis er fulltrúi hjá landsstýriskvinnuni. Landsstýriskvinnan skal svara fyrispurninginum innan 10 yrkadagar.
Facebook viðmerkingar