Á aðalfundi hjá IRF í dag varð nevndin mannað av nýggjum, og hesi vórðu vald:
Gunvá við Keldu, Klaksvík, Hans Anders Jacobsen, Strendur, Oluf Müller, Kvívík, Jóanis Albert Nielsen, Sandavágur, Bjarki Henriksen, Sandur og Alvi Mortensen, Tvøroyri.
Nevndin skipaði seg beint eftir fundin við Hans Anders Jacobsen sum formanni og Jóanis Albert Nielsen sum næstformanni.
Í mun til gomlu nevndina, vórðu 5 fólk skift úr nevndini. Í gomlu nevndini vóru: Tummas Lervig, Klaksvík, Artur Johansen, Strendur, Petra Iversen, Kvívík, Jonhard Joensen, Sandavágur, Bjarki Henriksen, Sandur og Kristina Roest, Trongisvágur.
Nevndin hjá IRF verður vald eftir kommunuvalini og situr í fýra ár. Viðtøkurnar siga, at seks fólk verða vald í nevndina at umboða hvør sítt øki.
Facebook viðmerkingar