Anja og Páll vunnu 14. umfar í sjavs

Tórsdagin 15. apríl var 14. umfar í sjavskappingini hjá Suðuroyar Sjavsfelag. Og hetta umfarið vunnu Anja Bech og Páll Lervig.

Úrslitið av kappingini var hetta:
Nr. 1. Anja Bech og Páll Lervig, 4 stig hvør
Nr. 2. Eyðálvur Bech og John Bech, 3 stig hvør
Nr. 3. Egill Steintórsson og Hans Jacob Bech, 2 stig hvør
Nr. 4. Sverri Nilssen og Jens Mørk, 1 stig hvør

Sjavskapping verður aftur í kvøld, tórskvøldið 22. apríl kl. 18.30.

Øll eru hjartaliga vælkomin. Møtið fjølment.

Facebook viðmerkingar