VB hevur fingið venjarar og leikarar uppá pláss til komandi kappingarár.
Herfyri boðaði VB frá, at Rasmus Stensgaard var settur sum høvuðsvenjari hjá VB. Síðani hevur VB gjørt sáttmála við Katrine Borup, sum saman við Rasmus skal virkað sum venjari hjá yngru liðunum. Katrine, sum er málverji, fer eisini at spæla við besta kvinnuliðnum hjá VB.
Vladana, sum spældi við VB seinasta kappingarár, hevur gjørt nýggjan sáttmála við VB fyri komandi kappingarár.
Facebook viðmerkingar