Undangóðkenning til nýggjan Fámjinstunnilin

Landsverk, sum Byggiharri, heitir hervið á tykkara fyritøku, at søkja um undangóðkenning til at geva tilboð uppá nýggjan Fámjinstunnil. 

Kunnandi verður upplýst, at komandi útboðið verður framt sum eitt bundið útboð við undangóðkenning, sambært løgtingslóg nr. 106 frá 15. november 1984 um útbjóðing.

ÚTBOÐSTILFAR

Undangóðkenningartilfar til undangóðkenningina er frítt atkomuligt gjøgnum talgilda samskiftispallin hjá Byggiharra á:

https://www.ibinder.com/External/EnquiryLink.aspx?id=mpkwedtfev

Umsóknir til undangóðkenning skulu handast í síni heild, í seinasta lagið hósdagin 13. mai 2021 kl.14:00.

Facebook viðmerkingar