Vágs kommuna: Í dýrdarveðrinum flaggdagin, hevði Vágs Kvøldskúlin framsýning í fimleikarhøllini í Vágs Skúla, av øllum tí sum er komið burturúr, sum næmingar hava arbeitt við hetta skeiði.
Nógv fólk var komið fyri at hyggja eftir tí sum er gjørt hetta kvøldskúlaárið. Eisini fingu 10 næmingar prógv í dugnaskapsskeið í sigling, tað er Hans Mouritsson Joensen, sum hevur havt undirvísingina í dugnaskapsskeið og hann handaði eisini prógvini.
Tveir undirvísarar gevast at undirvísa í Vágs Kvøldskúla, tað eru Karin Brattaberg og Helena Mikkelsen. Karin hevur undirvíst í veving í nógv harrans ár og Helena hevur undirvíst í seyming/brodering frá 1981 til 1997 og aftur frá 2004 til 2021. Leiðarin av kvøldskúlanum Sølvi Andreasen segði nøkur orð fyri teimun og Vágs Kommuna handaði teimun blómur og gávubrøv. Sølvi hevur eisini boða frá, at hann gevst sum leiðari fyri Vágs Kvøldskúla, Sølvi hevur verið leiðari meir enn 20 ár borgarstjórin handaði honum blómur og gávubræv.
Vágs Kommuna takkar, Karin, Helenu og Sølva fyri gott samstarv.
Fleiri myndir her
Facebook viðmerkingar