Jóansøkan á Tvøroyri – fráboðan av tiltøkum

Árliga jóansøkan í Suðuroynni er í ár á Tvøroyri, í døgunum tórsdagin 24. juni til og við sunnudagin 27. juni.

Tey, ið hava hug til at skipa fyri tiltøkum á jóansøku, verða biðin um at boða Tvøroyrar kommunu frá, í seinasta lagi týsdagin 25. mai kl. 15:00.

Boðast kann frá, við at senda teldupost til tvoroyri@tvoroyri.fo, ella við at ringja, gerandisdagar millum 08:00 – 16:00, á tlf. 214614. Skrivar Tvøroyrar kommuna í dag.

(Mynd: Faroephoto)

Facebook viðmerkingar