Blái Krossur Føroya landsinnsavnan leygardagin

Komandi leygardag 8 mai. hevur Blái Krossur Føroya sína árligu landsinnsavnan. Allur peningurin í ár fer óskerdur til fyribyrgingararbeiði millum børn og ung í Føroyum við verkætlanunum ‘Øll hava rætt til góð barnaár’ og ‘Liv Lívið’.

Bússur verða bornar inn í øll hús kring landið, umframt at møguleiki er at lata gávu á heimasíðuni blakross.fo ella við at ringja á tlf. 905610 fyri at lata 100 kr.

– Vit síggja ein stóran tørv á at hjálpa familjum, ið hava trupulleikar av rúsdrekka og rúsevnum, og at arbeiða fyribyrgjandi, so at fólk ikki koma út í trupulleikar av rúsi, sigur Dakko Petersen, aðalskrivari í Bláa Krossi Føroya. Hesar báðar verkætlanirnar hava gjørt ein stóran mun fyri nógv børn, ung og familjur. Vit eru takksom fyri allan stuðul og vóna, at Føroya fólk tekur væl ímóti okkara bússuberum leygardagin og vil hjálpa okkum at hjálpa fleiri børnum, ungum og familjum.

Øll hava rætt til góð barnaár

Hetta er eitt ókeypis tilboð til børn og ung í aldrinum 0-25 ár og til familjur, sum hava tað trupult orsakað av, at rúsdrekka/rúsevnir fylla ella hava fylt ov nógv í familjuni.

– Vit bjóða børnum og ungum bólkar, har tey saman við javngomlum kunnu práta um tankar, kenslur og upplivingar í sambandi við rústrupulleikan, sigur Alisa Hammer, fyribyrgingarleiðari. Vit bjóða eisini familjusamrøður til at styrkja um gerandisumhvørvið hjá børnunum, og soleiðis geva teimum betri útlit til góð barnaár, hóast trupulleikar við rúsi eru til staðar. Afturat tí bjóða vit  børnum, ungum, og øðrum avvarðandi, ið hava tørv á tí, einstaklingassamrøður.

Hetta er nakað av tí, vit hoyra frá teimum, sum hava verið í bólki:

  • Genta 14 ár: ”Tað var ræðuligt allatíðina at goyma, at babba drakk.”
  • Drongur 10 ár: “Eg fann útav, at tað eri ikki bara eg.”
  • Genta 12 ár: “At møta øðrum, sum eru í líknandi støðu, hevur gjørt, at eg ikki kenni meg so einsamalla meira, og eg skilji nú, at tað ikki er mín skyld, at mamma drekkur.”

Liv Lívið

Verkætlanin Liv Lívið arbeiðir við at fyribyrgja, at ung fáa trupulleikar av rúsevnum og rúsdrekka. Hetta gera vit við at broyta hugburðin hjá vaksnum og ungum um, at ung rúsa seg.

Nógv kenna eitt trýst til at rúsa seg, men vit ynskja at taka hetta trýstið burtur og at tað skal vera okay at siga nei, um ein ikki hevur hug. Eisini ynskja vit at fyribyrgja, at ung koma út fyri keðiligum hendingum orsakað av rúsi, og at ung gerast bundin at rúsevnum ella rúsdrekka.

Stuðulskonsert leygardagin

Í samband við landsinnsavningina verður skipað fyri eini stuðulstiltak í Løkshøll í Runavík leygardagin 8. mai kl. 19.00. Á skránni eru spennandi tónleikainnsløg við nøkrum av okkara bestu tónleikarum og sangarum, og er hetta ein góður máti at stuðla arbeiðinum og fáa eina góða tónleikauppliving samstundis:

  • Lena Anderssen
  • Suð
  • Knút Háberg Eysturstein
  • Esmar Fagraberg

Afturat tí er eisini ein persónlig søga á skránni. Ranvá Knudsen kemur at greiða frá síni søgu, har vit fáa innlit í, hvussu tað er at vaksa upp einum heimi, har rúsdrekka hevur fylt nógv, og hvussu hon hevur fóta sær. Eisini koma starvsfólk hjá Bláa Krossi at siga frá arbeiðinum, og hví hetta hevur so stóran týdning.

Árliga landsinnsavnanin er ein týdningarmikil liður í at fíggja fyribyrgingar-arbeiðinum hjá Bláa Krossi Føroya, sum í stóran mun er borið av gávum. Í fjør var eingin landsinnsavnan orsakað av korona, men í 2019 varð savnað inn til somu verkætlanir, og tá komu 873.525 kr. inn.

Facebook viðmerkingar