Landsverk hevur í dag yvirtikið Hvalbiartunnilin frá Articon. Báðir partar eru væl nøgdir við úrslitið, nú tunnilin er yvirtikin innan ásettu tíðarfreistina og játtanina.
Á stuttum ástaðarfundi í Hvalbiartunlinum í dag yvirtók Landsverk tunnilin frá høvuðsarbeiðstakaranum Articon, sum hevur staðið fyri verkætlanini saman við undirveitarunum LNS, EM Asfalt og El-Service á Skála umframt fleiri lokalum veitarum. LBF hevur verið høvuðsráðgevi á verkætlanini.
Í sambandi við yvirtøkuna varð verkætlanin gjøgnumgingin, og staðfest varð, at allir lutir í verkætlanini eru framdir. Tað einasta, sum eftir er, er sáing við tunnilsmunnarnar. Tað verður gjørt, tá lýkkan kemur í luftina.
Arbeiðið byrjaði 27. juni í 2019, og seinasta skotið var latið av 7. juli í 2020.
Landsverk tók avgerð í fjør vár um at taka upp samráðingar við Articon um at læsa verkætlanina fasta, so at partarnir gjørdust samdir um ein fastan kostnað fyri framhaldandi arbeiðið, um leiðsluna av el-arbeiðinum og liðugtgerðina av tunlinum.
Hendan tilgongdin tryggjaði okkum longu í fjør vár, at tað komu ikki eyka útreiðslur, sum lógu uttanfyri fíggjarkarmin. Tí gjørdu vit hesa loysnina, sigur Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki.
Landsverk fegnast um samstarvið við Articon í hesum føri, og hetta er ein leistur, sum Landsverk fer at leggja dent á framyvir. Tað snýr seg um at stýra kostnaðinum so neyvt og so tíðliga sum gjørligt.
Úrslitið er, at Hvalbiartunnilin í dag er latin Landsverki innanfyri játtanina á 272 mió. krónur.
Korona ávirkaði tíðarætlanina
Koronafarsóttin, sum rakti heimin í mars 2020, rakti ikki sjálva tunnilsgerðina, men el-arbeiðið varð nakað seinkað av manglandi veitingum av el-lutum úti í heimi. Hóast truplu umstøðurnar um allan heim, so hava arbeiðstakarar og ráðgevar megnað at fingið tunnilin væl avgreiddan.
Alment hátíðarhald verður leygardagin 8. mai 2021 frá klokkan 9.00 við morgunmati í Roynhøllini í Hvalba. Síðani verður alment hátíðarhald við tunnilsmunnan Hvalbiarmegin klokkan 11.30 við røðum og tónleiki.
Øll eru vælkomin.
Facebook viðmerkingar