Í gjár var hátíðardámur á teimum trimum sjúkrahúsunum, tá sjúkrahúsleiðslan legði fram nýggja virðisgrundalagið og búmerkið hjá Sjúkrahúsverkinum.
Sjúkrahúsleiðslan hevur síðani hon tók við á heysti 2019 arbeitt fyri, at sameina tey trý føroysku sjúkrahúsini, Klaksvíkar sjúkrahús, Landssjúkrahúsið og Suðuroyar sjúkrahús. Arbeitt hevur verið bæði yvirskipað og við meira ítøkiligum málum. Yvirskriftin fyri arbeiðinum hevur verið, at vit eru eitt sjúkrahúsverk, við trimum sjúkrahúsum, sum arbeiða saman.
Hetta hevur verið ein góð og gevandi tilgongd, og í gjár fingu øll starvsfólkini innlit í nógvum av tí, sum arbeitt hevur verið við, tá visjón, missión og virðini hjá tí sameinda Sjúkrahúsverkinum vórðu avdúkað saman við einum nýggjum búmerki.
Visjón 2025 fyri Sjúkrahúsverkið er:
Eitt sameint sjúkrahúsverk á altjóða stigi, eyðkent fyri nýhugsan
Missiónin er:
Dygdargóð heilsutænasta alt lívið
Haraftrat eru eyðmerkt trý virðir, sum eru hugtøk, ið eru fyridømir og leiðbeinandi fyri atburðin hjá starvfólkini í sjúkrahúsverkinum. Virðini eru Stev, Áræðið og Flog.
Tað eru starvsfólk frá øllum starvsbólkum og úr øllum sjúkrahúsverkinum, sum hava verið við í tilgongdini at finna fram og velja tey trý virðini, sum vit ynskja skulu eyðkenna atburðin, tá ið vit eru til arbeiðis.
Undir visjón, missión og teimum trimum virðunum eru nærri frágreiðingar, sum lýsa setningarnar og hugtøkini nærri, sí niðanfyri. Tað hevur verið týdningarmikið, at fáa umsett virðisgrundarlagið til ítøkilig ynskir, um hvussu virðini kunnu síggjast aftur í atburðinum hjá okkum, tá ið vit eru til arbeiðis.
Eitt dømi er virðið Stev, sum í atburði merkir, at tú í talu og verki sýnir sjúklingum og starvsfeløgum virðing, og at tú vísir toymisanda millum deildir, deplar og sjúkrahús.
Les nærri um visjón, missión og virðir HER
Eitt virðisgrundarlag flytur lítið í sjálvum sær og tí hevur sjúkrahúsleiðslan sett út í kortið eina røð av ítøkiligum ætlanum, sum skulu flyta okkum frá, at vera tríggjar sjálvstøðugar eindir, til at virka sum eina eind, sum er samanhangandi, samvirkar og samstarvar á øllum stigum og í øllum lutum.
Í framløgunum, sum vóru fyri starvsfólkunum í gjár, vísti leiðslan á fimm strategisk spor, sum skulu verða við til at røkka visjónini um eitt sameint sjúkrahúsverk á altjóða stigi. Undir hvørjum spori eru eina røð av átøkum – fyribils tilsamans 50 átøk, sum skulu fremjast hetta til 2025. Tey fimm sporini eru:
- Okkara samleiki
- Viðgerð við høgari dygd og sjúklingatrygd
- Starvsfólkamenning og trivnaður
- KT, medico og heilsuskipanir
- Strategisk menning
Nýtt búmerki
Eitt undir Okkara samleika varð lagt fram í gjár, tá tað nýggja búmerkið hjá Sjúkrahúsverkinum varð almannakunngjørt. Búmerkið er ein samanrenning av fleiri lutum, sum eyðkenna Sjúkrahúsverkið og myndar bæði eitt S fyri Sjúkrahúsverkið, sólarris og sólsetur, eitt lógvatak og tað endaleysa.
Nýggja búmerkið verður lagaliga ein størri og størri partur av samleikanum hjá Sjúkrahúsverkinum komandi tíðina. Ætlanin er so líðandi at gera nýggja búmerkið sjónligt í øllum virkseminum í Sjúkrahúsverkinum.
Facebook viðmerkingar