Við stuðli frá Granskingarráðnum, Betri Stuðul og Fakfelagssamstarvinum fer Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu undir verkætlan, ið hevur til endamáls at kanna arbeiðsumhvørvið hjá øllum føroyingum eldri enn 18 ár.
Við verkætlanini ynskja vit at savna inn vitan um sálarliga og likamliga arbeiðsumhvørvið hjá føroyskum arbeiðstakarum til tess at betra um arbeiðsumhvørvið í Føroyum. Tá kanningin er liðug, fara vit at greina úrslitini eftir t.d. kyni og aldri, fak- og starvsbólkum, vinnugreinum og øki.
Við verkætlanini fara vit at spyrja allar arbeiðstakarar í Føroyum um teirra arbeiðsumhvørvi. Hetta fyri at betra um arbeiðsumhvørvið teimum, sum arbeiða her á landi. Úrslitini verða sostatt til gagns fyri arbeiðstakara, arbeiðsgevara og teir myndugleikar, ið hava ábyrgd fyri og eftirlit við arbeiðsumhvørvinum hjá føroyingum.
Tað tekur umleið 30 min. at svara spurningunum, ið eru at finna her:
https://redcap.link/arbeidsumhvorvi.
Svarini verða dulnevnd og goymd trygt á einum ambætara í Føroyum. Tað verður sostatt ógjørligt at síggja júst, hvat hvør einstakur hevur svarað.
Facebook viðmerkingar