Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana, hevur avgjørt at raðfesta skúlatilboð kring alt landið til ung við serligum tørvi, frá komandi skúlaárið. Tí verður í næstum møguleiki fyri at søkja inn á serbreyt á Miðnám í Suðuroy.
Ein serbreyt er eitt serliga skipað skúlatilboð til næmingar, ið ikki eru førir fyri at fylgja eini vanligari miðnámsundirvísing. Hetta skúlatilboðið er grundað á Tilmæli um serliga skipað miðnám sum heildartilboð til ung við serligum tørvi, ið varð handað í 2015. Tað áliggur tí okkum sum samfelag at skipa skúlatilboð, sum eru tillaga tørvin hjá tí einstaka. Tí er sjálvsagt, at vit eisini skulu skipa eina serbreyt á Miðnámi í Suðuroy, so eisini ung í Suðuroy fáa henda møguleikan.Jenis av Rana
Serbreytin er serliga ætlað næmingum, sum hava tørv á eini serliga skipaðari skúlagongd, har frálæran byggir á læruætlanir, ið eru lagaðar til tørvin og hugin hjá einstaka næminginum. Serbreytin er eyðkend við, at almennu upptøkukrøvini ikki eru galdandi, og breytin miðar ikki eftir vanligum miðnámsprógvi. Fyri at tryggja miðvíst arbeiði og innihald verður miðað eftir serstøkum serbreytaprógvi, sum byggir á sokallaðu OCN-skipanina (Open Collage Network).
“Útbúgving ein týdningarmikil førningur fyri at kunna virka í samfelagnum, og ein rættur sum øll ung eiga, eisini um tú hevur serligan tørv,” sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður.
“Tað áliggur tí okkum sum samfelag at skipa skúlatilboð, sum eru tillaga tørvin hjá tí einstaka. Tí er sjálvsagt, at vit eisini skulu skipa eina serbreyt á Miðnámi í Suðuroy, so eisini ung í Suðuroy fáa henda møguleikan.”
Dentur er harumframt lagdur á at menna førleikar til at klára seg í dagliga lívinum, ella at læra ymiskt bókmentaligt, listaligt, teldunýtslu og handaligt arbeiði. Serbreytin fevnir eisini um vanligar miðnámslærugreinar á tí stigi, næmingurin megnar. Sostatt er talan um eitt skúlatilboð millum fólkaskúla og arbeiðslív.
Innihaldið á eini serbreyt er øðrvísi enn í einum vanligum miðnámsskúlaflokki. Undirvísingin er skipað sum 4 ára skúlagongd, við styttri skúladegi, har eitt starvsfólkatoymi við serkunnleika fer at undirvísa og stuðla næmingunum. Hetta verður samskipað við møguligar stuðulsfyriskipanir eftir skúlatíð.
Fyrstu næmingarnir byrja ætlandi á serbreytini á Miðnám í Suðuroy í heyst.
Facebook viðmerkingar