Hvítusunnan var ikki farin afturum, tá ið tað frættist úr Havn, at Ólavur Magnussen, Ólavur hjá Miu, var deyður, sum hann gekk innandura. “Best sum sólin fagrast skínur, deyðin inn um dyrnar trínur”.
Mia (Maria) kom av Steig í Sandavági til Vágs. Fyrstu tíðina arbeiddi hon í fiski, og síðan kom hon til okum á Brekkubø.
Tá ið “Sólarris” hin 18. august 1941 sigldi á eina minu undir Íslandi, bangaði tríggjar ferðir á húsaveggin hjá okum í Vági. Skiparin, Petur á Steig, var beiggi Miu. Hin beiggin, John, og fýra aðrir menn sjólótust í sorgarleikinum.
Her í Vági hitti hon Eliesar á Oyri, og tey giftust 13. februar 1943. Brúdleypið varð hildið hjá okum á Brekkubø. Tí hevur altíð verið eitt tætt samband húsanna millum. Tey bygdu hús her í grannalagnum.
Mia og Eliesar fingu trý børn: Elisabeth, Ólavur og Kristian, sum øll fluttu til Havnar.
Okur vóru vinmenn heilt frá barnaárum og vuksu upp her á garðinum. Ólavur var eitt sindur eldri enn eg – í novembur hevði hann fylt 70 ár.
Nógv stuttligt kundi verið nevnt frá barnaárunum í Vági. Ólavur stiklaði longst og rann skjótast av okum dreingjum. Tað kom eisini væl við hjá VB – hansara hjartabarni – at hann og okur í dreingjaliðnum vunnu Dómsnevndarsteypið í 1969. Og so var hann fullur av musikki og rútmum. Tað var ikki at vera fyri, tá ið Ólavur sang “Tutti frutti” uppi á takinum á garasjuni hjá Missinum (nú hjá Sævari). Ella niðri í neystinum hjá “Dýrinum” – standandi í bak-skutinum…
Tá ið okur í 1960 árunum fóru at spæla uppá og venja í Gamla Skúla, var Ólavur til reiðar við trummustikkarum, sum pápi hansara, Eliesar, hevði telgt úr einum kustaskafti. Og væl bar til. Síðan lá leiðin í Framtíðina við “Sound Pipers” og “Green Manalishi”. Tað vóru tíðir.
Ofta sang hann Rolling Stones. Tá var futtur í Framtíðini.
Hóast okur seinri fóru hvør sína leið – eg av landinum, hann til Havnar, so hittust okur tó av og á. Eisini onkuntíð á palli. Ólavur spældi eitt skiftið við Robert og Jákupi og við ymiskum orkestrum í Havn. Ólavur var eitt fitt og kensluborið fólk. Altíð væl til passar, glaðsintur og við uppá at taka ein góðan.
Var hann her suðuri, so plagdi hann at loypa inn á gólvið.
Fyri kortum fór Dan Joensen úr gamla orkestrinum í Harrans hendur.
Nú vóru so boð eftir Ólavi. Trummurnar er tagnaðar. Ljósini á pallinum eru slóknaði. Nú er hann komin í annað ljós.
“Send me dead flowers every morning…
and I won´t forget to put roses on your grave”
Arnfinnur Thomassen
Facebook viðmerkingar