Seks smittutilburðir í gjár

Seks nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár, leygardagin. Tað vísa nýggjastu tølini frá Landslæknanum.

Allir tilburðir eru av kendari smittuketu.

867 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans er gjørdar 276.360 kanningar.

718 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 669 persónar eru nú staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Í løtuni eru 48 persónar smittaðir við koronu, og 504 fólk eru í sóttarhaldi.

Facebook viðmerkingar