Vit sóknast eftir einum ágrýtnum og tænastusinnaðum handilslnæmingi við sergrein innan matvøru.
Vit bjóða
Eitt áhugavert og spennandi arbeiðspláss við fjølbroyttum arbeiðsuppgávum.
Lærutíðin er millum 2 og 4 ár, alt eftir hvørja útbúgving umsøkjarin hevur. Í lærutíðini skal næmingurin fimm ferðir til Danmarkar á skeið, tvær vikur í senn.
Lønin og setanarviðurskiftini eru sambært S&K sáttmálanum.
Umsøkjarin
Vit vænta, at tú:
- Raðfestir góða kundatænastu
- Ert røkin og álítandi og dámar væl at hava gott skil á
- Megnar at hava nógvar bóltar í luftini í senn
- Tað er ein fyrimunur, um tú hevur FHS-, HH-, HF-, studentprógv ella aðra miðnámsútbúgving
Skrivlig umsókn skal sendast umvegis heimasíðuna hjá Á handlunum: www.ahandil.fo undir starv. Avrit av prógvum, CV, viðmælum o.a. skal eisini viðfestast.
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 30. juni 2021.
Vit loyva okkum at seta onkran áðrenn freistin er úti, um skikkað umsókn kemur.
Neyvari upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Allan Enghamar, handilsleiðara, á tlf. 588500.
Stutt um Á
Á handilsketan er ein samtøka av sjálvstøðugum keypmonnum, ið læt sínar fyrstu handlar upp 12. mars 2012. Í dag eru 12 Á handlar, sum eru at finna kring alt landið.
Í Á handlunum eru vit tilvitað um okkara ábyrgd av at verja umhvørvið, og hava vit m.a. sett í verk átakið ´”Minka um matoyðsl”. Les meira á www.matoydsl.fo
Á handilin við Landavegin er fyri stuttum nýumvældur. Handilin er nógv vitjaður og starvsfólkini vilja fegin ganga ynskjunum hjá viðskiftafólki á møti og fylgja teimum tætt. Lýsingamiðlar, sum t.d. facebook, nýta vit javnan at koma í samband við viðskiftafólki og fyri at lýsa tilboð, vørur og átøk í handlinum.
Les meira um Á ketuna her: www.ahandil.fo
Facebook viðmerkingar