31. mai er Altjóða roykfríur dagur

Seinasta kanningin hjá Fólkaheilsuráðnum vísti, at 17% av føroyingum omanfyri 18 ár roykja dagliga. 80% av teimum, sum roykja, ynskja at leggja av. Men tað kann vera trupult at eydnast við at leggja av. Skal tað eydnast, er umráðandi at løtan, er tann rætta fyri teg.

Motivatiónin hevur alt at siga. Hesir 3 spurningarnir kunnu hjálpa tær at meta um tína motivatión:

Nyttar tað?
Fari eg at klára tað?
Loysir tað seg?

Eitt avgjørt ja til allar spurningarnar er altavgerandi fyri, at tú klárar at broyta tínar vanar. Svarar tú ikki beinanvegin ja til allar spurningarnar, er løtan kanska ikki tann rætta. Einki er verri fyri motivatiónina enn ein hálvhjartað roynd, sum endar galið.

Er svarið avgjørt ja til allar spurningarnar, kunnu vit vísa á okkara sms skipan “Kom og legg av”, sum kann strimbra og hjálpa tær, sum hevur gjørt av at gevast við at roykja.

Hetta fer fram soleiðis, at tú fært stimbrandi sms-boð yvir fartelefonina, tá tú hevur gjørt av, at nú skal tað vera! Tú meldar teg til 5 dagar áðrenn stóra dagin og fært javnan stuttar, hjálpandi boðskapir, sum stuðla tær í at halda fast við tína avgerð. Hátturin hevur verið royndur uttanlands við góðum úrslitum.

Tú kanst melda teg til við at senda eitt sms við tekstinum „gevst” til 1919, og tú fært sms-boð sendandi yvir teir næstu tveir mánaðirnar. Sms-boðini eru ókeypis og tú kanst melda teg til alt árið.

Eitt annað alternativ

At minka um roykingina í smáum er eitt vælumtókt alternativ til at leggja av her og nú. Hetta er ein fyrireikingartíð, har tú kanst uppbyggja motivatiónina og tilvitanina um roykingina, samstundis sum tú so smátt lærir teg at fáa stýr á trongdini og venur kroppin av við nikotinið. Eitt tíðarskeið á umleið 10 dagar verður viðmælt til stigvísu minkingina.

Sundhed.dk hevur eitt 10 dags programm til at leggja av at roykja. Fólkaheilsuráðið hevur latið hetta umseta, og programmið er tøkt á okkara heimasíðu.

Fá meira kunning um programmið her

Skaðiligar ávirkanir av royking
Royking er høvuðsorsøkin til heilsubrek og deyða kring heimin. Kanningar vísa, at næstan fimtahvørt deyðsfall er beinleiðis knýtt at royking. Roykjarar doyggja í miðal 8-10 ár fyrr enn tey, sum ongantíð hava roykt.

Tubbaksroykur er samansettur av fleiri túsund kemiskum evnum, harav tey flestu eru sera skaðilig fyri menniskjakroppin.

Samanborið við ikki-roykjarar, er vandin fyri roykjarar:

  • Dupult so stórur fyri at fáa deyðiligar hjartasjúkur
  • 10 ferðir størri at fáa lungnakrabba
  • Fleiri ferðir størri fyri at fáa krabba í munnholuni, svølgrúminum, vælindinum, nýrum, bløðru og lívmóðurhálsi
  • 2-3 ferðir størri fyri at fáa heilabløðing (apopleksi) og magasár (sum ikki lekist líka væl sum hjá ikki-roykjarum)
  • 2-4 ferðir størri fyri at fáa mjadnabrot, handliðsbrot og geislabrot
  • 2 ferðir størri fyri at fáa grástar
  • Størri fyri kynsligum máttloysi (impotens)
  • Størri fyri blóðkrabba, prostatakrabba, bróstkrabba og beinbroyskni

Aðrar heilsuligar fylgjur av royking:

  • Niðursettur lukti- og smakksansur
  • Fleiri rukkur á ungum árum
  • Øktur vandi fyri nýraskaða hjá diabetikarum

Børn hjá roykjaraforeldrum:

  • Hava lægri burðartyngd
  • Eru í størri vanda fyri menningartarni
  • Hava oftari ígerðarsjúku í andaleiðini
  • Hava lægri lungafunktión
  • Fáa oftari millumoyrnabruna
  • Eru í størri vanda fyri sjálvi at blíva roykjarar

Passiv royking økir um vandan fyri:

  • Lívmóðurhálskrabba
  • Hjartasjúkum

Fólkaheilsuráðið

Facebook viðmerkingar