Næmingar í Vágs skúla geva út tónleikaútgávu

Í morgin kemur tónleikaútgávan Blandað Drops – Børn í Vágs skúla syngja.

Talan er um útgávu, har børn í Vágs skúla synja nýggjar sangir, meðan góðir tónleikaarar hava tikið sær av tónleikinum.

Í Vágs skúla verður rættiliga nógv sungið. Fyri nøkrum árum síðani skrivaðu næmingar nakrar sangtekstir saman við læraranum, og lag varð sett til. Hugsanin um at geva hetta út var frammi, men hetta datt niðurfyri. Fyri á leið trimum árum síðani sungu næmingar sangir, sum tónleikalærari hevði skrivað, og eini sangurin er í dag fastur partur av sangskránni, sum brúkt verður til morgunsang í Vágs skúla. Nú kom lív í aftur hugsanina um at geva út, og loksins er útgávan veruleiki.

Talan er um lættar barnasangir, ein lættan sang um skiftandi árstíðir, og so ein meira sálmakendan sang, og á hesum lagnum syngja allir umleið 200 næmingarnir í Vágs skúla við. Á hinum sangunum er tað í stóran mun miðdeildin, ið leggur rødd til.

Eitt sjónbandalag til eina sangin er eisini gjørt í samband við útgávuna.

Tónleikarar á útgávuni eru Dagfinn Olsen, Kim Hansen, Tróndur Enni, Rógvi á Rógvi, Kristian Pauli Ellefsen, Uni Debess, Finnur Hansen og Hentzar Hammar.

Tróndur Enni hevur staðið fyri upptøkunum og Finnur Hansen hevur ljóðblandað.

Dagfinn Olsen, lærari, hevur skrivað sangirnar á útgávuni, nakrar saman við næmingum.
Húsan hevur Grafix við Jón T. Einarsson gjørt.

Tutl gevur út, og í samband við útgávudagin syngja næmingar ur Vágs skúla í Tutl handlinum á Káta Horninum í Havn kl 15 í morgin, mikudagin. Í morgin, útgávudagin, er útgávan tøk á Spotify og sum fløga.

Sjónbandalagið sæst her:
Lætt av herðum mínum byrðar tungu – YouTube

Spotify:
https://backl.ink/146954610

Facebook viðmerkingar