Komandi sjey dagarnar verður neyðugt at vísa serligt varsemi, nú koronasmittan aftur ger um seg í Føroyum.
Tað er bretska koronufrábrigdið B.1.1.7, sum smittar illa, og í løtuni ber ikki til at siga, at tamarhald er á støðuni.
Tí mæla myndugleikarnir nú til, at øll tiltøk, har nógv fólk koma saman, bæði alment og privat, annaðhvørt verða útsett ella avlýst. Eisini eigur náttarlívið at taka ein steðg hetta vikuskiftið.
Í løtuni er tað fyrst og fremst tey ungu, sum vanliga koma nógv saman, ið skunda undir smittubreiðsluna í Føroyum. Somu mynd síggja vit eisini uttanlands.
“Í vikuni lótu vit upp fyri at tey ungu kunnu lata seg koppseta. Nú snýr tað seg um at halda fast í nakrar fáar vikur. Klára vit at niðurberja hesa smittuna, so kunnu vit væntandi virka frítt og frælst í summar,” sigur løgmaður.
Tað er eisini neyðugt, at fólk venda aftur til tey amboðini, sum hava tænt okkum væl seinasta árið: at hava gott reinføri og halda neyðugu frástøðu.
Tilmælini eru galdandi komandi sjey dagarnar.
Facebook viðmerkingar