Gott kvøld góðu tvøráfólk, suðuroyingar og gestir til mentanarnáttina her á Tvøroyri í 2021.
Tað er mær ein heiður at verða boðin heim at seta mentanarnáttina í heimstaðnum. Og ikki minst eisini ein gleði, at tað í ár, hóast alt, aftur ber til at savnast fyri at njóta og virðismeta ta dýrabaru mentanina, sum okur føroyingar allir eiga.
Hetta seinasta árið hevur nevniliga víst okum, uppá tann harða mátan, at hetta ikki er nakað, sum okur hvørki skulu – ella kunnu – taka fyri givið. Hetta hevur verið eitt ár, har menniskjað hevur merkt á egnum kroppi, hvussu tað følist, tá eins frælsi verður avmarkað, og tú ikki kann fara og gera, sum tær lystir. Hetta hevur verið eitt ár, har okur veruliga lærdu orðið, og merkingina av orðinum, ”samfelagssinni” at kenna.
Nógv hava merkt avleiðingarnar. Eitt nú hevur heilsuverkið smoygt ermarnar upp og runnið skjótari enn nakrantíð, alt ímeðan onnur arbeiðspláss hava verið noydd at lata dyrnar aftur, og samstundis hava uppaftur onnur tikið arbeiðið heim í køkina. Exel-ark skuldu nú knappliga ganga hond í hond við fransktbreyðbitum við súltutoy og barnagráti.
Jeg tori tó at pástanda, at tann samfelagsbólkur, ið hevur fingið ein tann dyggasta smeitin hetta seinasta árið, er tann, ið okur millum onnur fagna í kvøld.
Listafólkið.
Forboð fyri at savnast hevur merkt: ongar konsertir, ongar framsýningar, ongir fyrilestrar, onki av tí, sum vanliga myndar tað sosiala mentanarlívið. Hesin yrkisbólkurin, ið fær sítt livibreyð gjøgnum mentanarligt virksemi, endaði á einum sera ótryggum grundarlagi.
Tey, ið hava valgt hesa yrkisleið, eru aloftast drivin av síni passión. Drivin av nøkrum, sum ikki heilt kann forklárast – men hevur tú merkt tað, so veitst tú, hvat eg sipi til. Drivin av nøkrum, sum gevur alstóra gleði, men sum er størst, tá tað verður deilt og vekir gleði í øðrum.
Hesin bólkurin av fólki, ið gevur tað, tey eiga, til tín og mín.
Árið 2020 var árið, har mentanarlívið hevði tey ringastu korðini, men hóast alt kláraði at blóma. Tá harðast leikaði á í samfelagnum, og óvissan var størst, dukkaði eitt nýtt konsept upp. Nógvir tónleikarar valdu at framførða ”korona-konsertir” á netinum, í eini roynd at sissa og linna um hjá teimum, ið nú sótu heima. Mann saknaði alt tað, sum vit vanliga taka fyri givið, til dømis: framsýningar, fyrilestrar og konsertir.
Tíðin er komin til at seta prís uppá tey, ið hava sítt yrki innan mentan. Og her meini eg bókstaviliga at seta prís uppá arbeiðið hjá teimum. Soleiðis, at hesi listafólk, ið geva borgaranum alstóra gleði, kunnu dedikera sína tíð til listina. Hetta ber nevniliga ikki serliga væl til, um ein skal arbeiða sum timburmaður ella krambakvinna við síðunar av fyri at fáa endarnar at røkka saman.
Taka okur til dømis yrkistónleikarar, so eru tað óiva fleiri, ið hava fingið spurningin: ”kanst tú ikki líka koma og syngja ella spæla eina løtu?”. Men fyri at ein kann ”bara líka” møta upp, liggur eitt ótal av tímum av venjing og spesialisering aftanfyri. Tað verður nevniliga ikki bara goldið fyri ta einkultu lítlu løtuna, men fyri alla fyrireikingina gjøgnum ár og dag, sum ger tað møguligt at traðka fram og ”bara líka”.
Eg havi eina anekdotu, sum eg onkuntíð flenni eftir við míni vinkonu:
Tá eg var farin á Musikkonservatoriið í Keypmannahavn, møtti ein vinkona mínum góða gamla abba ein dagin. Hon spurdi inn til, hvussu vorðið var við mær. Tá svaraði hann: ”Jú, hon gongur og floytar onkrastaðni í Danmark”, og helt fram, at jeg heldur burdi lisið okkurt.
Hetta er ein lítil stuttlig søga, men hon er nokk ikki so heilt langt frá tí vanliga hugsunarháttinum, hóast alt. Tey, ið arbeiða innan mentanarligt virksemi, kunnu til tíðir fáa eina kenslu av, at summi halda, at tey bara ganga og spæla sær.
Men hvat liggur faktisk aftanfyri hjá hesum yrkislistafólkum?
Tað liggur nógv hart arbeiði aftanfyri. Tú skalt koma hartil, at tú torir at stilla teg fram og leggja teg sjálvan til ”almen skue” og vurdering. Tú skalt tola spískar albogar, og verða sterk nokk til at reisa teg aftur, um onkur setur fót fyri tær á vegnum fram.
Tað er áhugavert at hoyra danir í mínari bransju tosa um, hvussu ráðandi Jantelógin er í Danmark. Tá kann jeg ikki annað enn smílast, tí eftir mínum føroyska mátistokki eru tey rættiliga framlig og sjálvsikkur. Tað kann nevniliga krevja stórt dirvi at siga, at man er dugnalig til eitt hvørt. Undarligt, ha? Hví skal tað tykjast sjálvupptikið at viðganga, at man dugir okkurt væl? Men soleiðis er veruleikin tíverri ofta. Allar helst kemur hetta av, at menniskjað til tíðir kann hava tórført við at vilja hvørjum øðrum gott. Eitt ljótt orð sum øvund kann eisini renna okkum til hugs. Men við hesum hugburði verður landslagið ein javnur einslittur grasvøllur, uttan alskins fagrir litir og blómur, ið tora at folda seg út. So komið okur og eggið hvørjum øðrum, ístaðin fyri at kappast. Komið og venjið okum við at lyfta hvønn annan upp og geva hvørjum øðrum dirvi til at fara eftir tí, okur ynskja.
Lívið formast ofta eftir, hvørji fólk tú hevur rundan um teg í uppvøkstrinum.
Sum 15 ára gomul gjørdist eg ein partur av kórinum Ljómur, sum við sínum fleiri enn 70 árum á baki, er elsta kór í landinum. Hetta var “back in the days”, tá Einar Larsen var ein unglingi á eini 74 ár. Hetta, at vera ein partur av einum felagsskapi, har tað bæði eru ung og eldri, er nakað serligt. Tað er sera mennandi fyri tað unga ættarliðið at blíva ein partur av tí, ið hevur verið til í mong ár. At gleðast um tað saman við teimum, ið vóru har áðrenn ein, og á henda hátt bera tann mentanarliga arvin víðari.
Suðuroyar Musikkskúli var eisini ein stórur partur av mínum uppvøkstri. Hetta førdi til nógvar góðar upplivingar við til dømis bólka-tónleikaferðum til eitt nú Svøríkis og Onglands. Til summar- og jólakonsertirnar, hevði tú, sum einstakligur, møguleika at framføra solo-stykkir, sum heilt sikkurt hevur verið við til at stimbra sjálvsálitið hjá einum barni. Tað frøir meg, at Suðuroyar Musikkskúli loksins hevur fingið bæði sangundirvísing og barnakór runt í oynni.
Børn, ið syngja saman, kunnu ikki verða óvinir.
Jeg hevði eina klaverlærarinnu, Anki, sum sá okkurt í mær. Hon var ófør at skumpa meg víðari: melda meg til tiltøk, sum jeg egentliga ikki hugsaði um at fara til, og ja, hon fekk meg enntá at søkja inn á Musikkonservatorið, tá eg longu hevði søkt inn til farmaceut. Slíkir lærarar er dýrabarir, óvurderiligir.
Jeg kundi hildið fram at tosa um Anki og Suðuroyar Musikkskúla, men eg fari bert at nýta høvið til at takka fyri, at lunnar vóru lagdir undir eina framtíð innanfyri tað, eg brenni allarmest fyri – tónlistina.
Í summar verða tað 14 ár síðani, at ein ung froðbiardama spreiddi sínar veingir, og kastaði seg út úr trygga reiðrinum í Froðba. Uttan at avdúka alt ov nógv um mín aldur, so er tað ein sannroynd, at eg havi búð ein stóran part av lívinum uttanlands. Men hóast tann parturin gerst alsamt størri, so hevur tað ikki broytt uppá mín samleika – at mítt heim enn er á Tvøroyri – og neyvari – í Froðba. Fyri mínir kollegar og míni vinfólk í Danmark tykist tað ógvuliga undarligt og torført at skilja, at tá jeg fari í summarferiu, so fari jeg heim til Føroyar.
Hvat er tað, sum ger, at jeg, og mong við mær, hava eina so sterka kenslu av, at røturnar enn eru áfastar á klettunum her heima? Útyvir familjuna, sjálvandi, so ímyndi jeg mær, at ein av orsøkunum er okkara lítla trygga samfelag. Viðurskiftini eru smá og tú kemur hvørjum øðrum við. Tú kennir til tíni bygdarfólk og tey kenna til tín. Gamaní, hetta kann eisini verða ein vansi til tíðir, tað, at tú ikki kanst vera anonym – at urtapottarnir í vindeygunum kanska kunnu verða í so livandi. Men hinvegin, so ert tú ein partur av einari eind, ein partur av einum felagsskapi.
Fyri mítt viðkomandi er tað sera gleðiligt at merkja, at mín heimbýur minnist til mín.
Gleðiligt, at verða boðin her í dag av Tvøroyrar Kommunu, og eisini, av Tvøroyar Kirkju, har jeg seinni í kvøld fari at syngja nakrir sangir til Aftankvirruna.
Tvøroyrar Kirkja hevur verið karmur um nakrar av mínum fyrstu og hugnaligastu musikalsku upplivingum. Fyrst, við alt-horninum og Tvøroyrar Hornorkestri, sum trúfast spælir til flest øll hátíðirhald, og sum eftir siðvenju, altíð hevur sett sín sera hugnaliga dám á 1. jóladag við heitum jólatónum. Tey seinastu árini havi jeg verið boðin at syngja ein sang til hesu somu løtu, og hevur okra ómetaliga vakra kirkjurúm tá altíð givið mær eina serliga heimliga kenslu.
Tað merkir nógv fyri meg at føla, at tað verður minst til ein – bæði her suðuri og eisini norðanfjørðs, og hetta er heilt sikkurt við til at stimbra um tankan um at flyta heim aftur.
Jeg skuldi havt staðið her 29. maj í fjør. Hevði tað borið til tá, so hevði tað verið ein onnur Tóra, sum stóð her. Ein Tóra, sum helt, at møguleikar vóru ein sjálvfylgja. At okkurt spennandi tiltak óivað fór at verða runt um hjørnið – við allari fyrireikingini, sum fylgir við, og har man at enda gevur sítt allar besta tá á stendur. Nevniliga tær løturnar, har alt gevur meining – tær løturnar, sum okur yrkistónleikarar liva fyri.
Tá Mette tann 11. marts kunngjørdi, at landið lukkaði niður, var bara ein tanki í mínum høvdi: ”Jeg Má Heim!”. Alt tað, sum vanliga følist týdningarmikið, gerst við eitt óbetýðiligt í tílíkari kreppu. Í krepputíðum søkir man heim til síni nærmastu, í mínum føri til Tvøroyri.
14 dagar í sóttarhaldi – ongi av teimum vanligu gerandistingunum vóru á skránni, og brádliga varð rúm fyri øllum tí, sum jeg annars so fegin vildi gjørt: syngja, komponera, arrangera, ja alt, sum er SO torført at fáa inn í ein hektiskan gerandisdag við arbeiði. Hetta var ein gyltur møguleiki, ið ikki mátti spillast.
Tá jeg, eftir nakrar dagar í isolatión, á fyrsta sinni hættaði mær at fara út ein túr, minnist jeg eina kenslu av ótrúligum takksemi fyri at hava møguleikan at ganga í tí stórbaru føroysku náttúruni. Tað var eins og jeg vaknaði og hevði fingið nýggj eygu. Eygu, ið fyri fyrstu ferð varnaðist tað, sum okur føroyingar til tíðir kunnu taka fyri givið. Ein ótrúlig kraft og megi.
Úti í náttúruni fann eg ró og inspiratión, soleiðis at eg um kvøldið kundi sita inni og skriva tónleik. Longi hevði jeg ætlað mær at gera eina kórútseting av yrkingini hjá okra mergjaða skaldi, Poul F. Júst tann friðurin, sum var yvir mær í sóttarhaldstíðini her suðuri, setti hol á tað arbeiðið. Eg fegnist um, at hetta arbeiðið er komi á mál. Mín danski sangbólkur, hevur júst innspælt ”Fagra Bóma”, og gleði eg meg til tað verður útgivið.
Árið 2020 bleiv tað undarliga árið, sum hvarv úr kalendaranum og næstan ikki eksisteraði. Tó so, var tað eisini árið, har okur øll fingu eitt ”wake-up call” av einum ella øðrum slagi. Hvat er týdningarmikið fyri tann einstaka? Hvat saknaðu okur, tá tað knappliga ikki bar til longur?
Upplivingar og kreativt umhvørvi eru týdningarmikil í hugmyndini um hitt góða lívið. Undirhald, mentan, list og ítróttur skapa lívsinnihald og geva upplivingar, sum fólk tráða eftir.
Tað er gleðiligt at síggja, at stórur vøkstur er í mentanarliga virkseminum her í býnum – og í allari oynni sum heild – tey seinastu árini. Konsertir, fyrilestrar, kvøldskúli, eftirskúli, café´ir og matstovur. Alt hetta er við til at betra um trivnaðin hjá suðuroyingum.
Tvøroyrar Kommuna stuðlar eisini uppundir okra tjóðarítrótt, nú tað í næstum verður bygt eitt stórfingið kappróðrarnest á Hvítanesi. Við Stórá er komin fótbótsvøllur í heimsklassa, og hyggja okur yvir á Drelnes, so hava okur tað mest forkunnuða mentanarhúsið í landinum, SALT, sum húsar okkara dugnaligu sjónleikarum, tónleikarum og listafólkum sum heild.
Ja, tað grør um gangandi fót á Tvøroyri.
Men skal oyggin nørast enn meir, og ynskir man, at tey ungu flyta heim aftur – og ikki bara til Havnar – so krevst, at øll oyggin slær manngarð um tað mentanarliga tilfeingið, okur hava.
Mann hoyrir við jøvnum millumbili, at tað hendur ov lítið her suðuri. Tí er tað mær ein gáta, at tað – út av teimum 52 vikunum í einum árið – eydnast okra lítlu oyggj so ofta at leggja fleiri stór tiltøk júst sama tíðspunkt. Ynskiligt hevði verið, at øll oyggin varð betri til innanhýsis at samskipa, nær tiltøkini skulu verða. Ja, kanska nakað so einfalt sum ein felags kalendari fyri oynna kundi tryggja, at øllum fyriskiparunum í oynni varð lív lagað.
Tá tað eru mentanarlig tiltøk runt í oynni, kann ein ivast í, um man skal fara ella ei. Kanska er tað ikki akkurát tað, sum hevur tín allar størsta áhuga; men merkir tú bert ein evarka lítlan neista av forvitnið, so far avstað! Hvat tekur tað at koyra frá Vági til Tvøroyri – 20 minuttir? Og herfrá til Hvalba gjøgnum nýggja flotta tunnilin – 10 minuttir? Jeg ivist ikki í, at okur kundu blivið nógv betri til fara úr okra egnu heimbygd og trilla nakrar minuttir undir ella yvir um fjall.
Reis teg úr sofuni, fá høvdið úr telefonini og far út og verið millum onnur. Og lat teg á henda hátt positivt yvirraska av onkrum, sum tú kanska ikki ætlaði tær til.
Minnist til, at handan hvørt tiltak, eru tað nakrar eldsálir, sum hava stáplað tað uppá beinini. Hetta verði seg fyriskiparar, men eisini tey, sum leggja persón og passion til tiltakið.
Setur tú prís uppá, at tað av og á sker okkurt í býnum og í oynni – so far – eisini tá tað kanska ikki er ”akkurát tú”. Tí soleiðis ert tú við til at stimbra og kveikja tær kreftirnar, sum kýta seg og arbeiða fyri at halda lív í mentanini – okum øllum at frama.
Bert við at møta upp, gevur tú títt íkast til, at eldsálirnar ikki køvast og brenna út, men framhaldandi hava turrar greinar í skjáttuni til at fóðra tann innara neistan við.
Við hesum vil jeg ynskja tykum øllum eina fantastiska mentanarnátt her á Tvøroyri.
Takk fyri!
Tóra Vestergaard
Facebook viðmerkingar