Bilverkstaður er opnaður aftur á Magnstøðini í Vági

Tað er Arnold West sum leigar verkstaðin, sum fær navnið AWBIL.

Sjúrður Strøm sáli bygdi upprunaliga verkstaðin í 1974.

Seinni er verkstaðurin útbygdur og hava fleiri ymiskir persónar rikið hann.

Arnold West, sum er úr Hvalba og lærdi til bilmekanikara hjá Biltek í Trongisvági, gleðir seg til at kunna veita bileigarum eina góða og skjóta tænastu.

Allar vanligar mekaniskar umvælingar verða gjørdar í sera góðum hølum eins og oljuskift, skift av dekkum, bremsiklossum, perum o. ø.

Øll eru hjartaliga vælkomin at støkka inn á gólvið ella at ringja á tlf 586274 at bíleggja eina tíð.

Facebook viðmerkingar