Várið 2021 hevur verið eitt undarligt vár báði so og so.
Kuldin vildi bara ikki sleppa takinum…
Fyrst í mars doyði Dan hjá Didduni – eftir at hava ligið í respiratori nakrar dagar. Hans í Líðini skrivaði tá vøkur minningarorð og yrkti sang um Dan. Og nú – leygardagin 5. juni – er Hans sjálvur farin um sýnuna, eftir at hava ligið í respiratori í eina viku! Hann fekk ein blóðpropp í hjartað fríggjadagin, 28. mai, og er ongantíð komin til sín aftur.
Gamalt er, at 3 fólk plaga at fara um deyðans gátt. Ólavur hjá Miu og Torleif fóru undir grønu torvi í vikuni. Hvør mundi fara at verða tann triði? At tað skuldi verða Hans í Líðini, var so púrasta óhugsandi! Hvør í Jesu navni skuldi rokna við tí!? Hann fylti so nógv – báði fysiskt og mentalt í Vági – at tað kennist so órímiliga tómligt.
Okur hittust fyrstu ferð vesturi í Bø, tá ið eg var og ferðaðist í 1961. Tey gomlu vóru farin í Føroyingahavnina at arbeiða. Tí var eg farin vestur til Ingu, mommusystir, og Kokkin í Líðini (sum hann varð róptur. Hann hét Johannes) at búgva tað summarið. Kokkurin var abbabeiggi Hans.
Okur spældu við Vatnið, í Laksá og í ósanum. Seinri komu flakar og stór vaskikør av Gørðunum at flóta millum Garðabrúgv og sandin. Har var Hans ikki aftastur. Honum dámdi væl at rokast.
Tá ið piltadeildin í fótbólti byrjaði í 1967, var Hans á liðinum hjá okum, sum bleyv Føroyameistari. Hann var millum teir yngstu, sum spældi við. Lítil var hann tá, men knáur, hin rádni.
Meðan eg gekk í Hoydølum, var eg saman við Hans onkran snellutúr undir Íslandi við “Múlatanga”. Hetta vóru minniligir og stuttligir túrar. Ikki minst hina ferð, okur vóru inni á Norðfirði.
Okur fóru síðani hvør sín veg. Eg fór av landinum at lesa, hann fór til skips. Har fekk hann sína lívsleið sum skipari og álitismaður í øllum lutum. Royndirnar komu væl við, tá ið hann seinri legðist uppá land at stovna virkið Rock Trawl-Doors, sum ger trolaralemmar í heimsflokki.
Nógv virksemi kundi verið nevnt, har Hans var uppi í. Vinnulívsmaður um ein háls. Sluppin “Johanna” – har hann so mangan hevur verið skipari – Lions, Grindabátafelagið, Kirvi, Bridgefelagið og Nýggjársnevndin stóðu hansara hjarta nær. Eisini hevur hann sitið í kommunustýrinum. Og so var hann eisini framúr góður vertskapsmaður.
Tá ið okur mintust ein av forfedrum okra, Tummas í Tøðuni, Keisaran, á 200 ára degnum 7. aug. 2010, var Hans við til at gera dagin sera minniligan við sangi og søgufróðari røðu.
Listarligar gávur hevði hann sum fáur. Hann yrkti hópin av sangum til veitslur og mentanarlig tiltøk og málaði mong føgur listaverk.
Í juli 2018 untist mær – saman við honum og øðrum góðum monnum – at fara til Íslands á bátastevnu á Siglufirði við tveimum gomlum grindabátum úr Vági, “Trolaranum” og “Oyrabátinum”. Grindabátafelagið og virkisfýsni kaffiverturin og mentanarmiðdepilin Sævar Halldórsson skipaðu fyri. Hetta var ein fantastisk og minnisrík ferð, har okur m.a. hittu forseta Íslands og vitjaðu íslendskar vinir á Húsavíkarleiðini. Hans var mitt í rokinum – eisini har.
Enn “brýtur brimið á Vágseiði”, men í dag man lagið vera syrgiligt.
Tað er, sum um eitt petti av Vágsbygd er farið í grøvina við honum. Ein sera aktiv og livandi bygdarmynd, sum ikki kemur aftur.
“Maður kemur í mans stað” sigur orðatakið. Hesar døpru dagarnar mugu vágbingar flest allir tó vera ósamdir.
Okur hava so mangan sungið undan líki í kirkjugarðinum. Hvør kundi vita, at hann skuldi fara sína seinastu ferð undan okum.
Og at tað nú bleyv hansara túrur at koma aftaná…
Ikki bara Vágsbygd, men Suðuroyggin og alt Føroyaland hava mist ein av sínum frægu synum! Mínir tankar fara til konuna, børnini og abbabørnini. Harrin styrki tykum í sorgini.
Friður veri við minninum um vinin og skyldmannin, Hans í Líðini.
Arnfinnur Thomassen
Facebook viðmerkingar