Suðuroyar Kajakk

Ein nýggj og spennandi verkætlan er komin út á Hópfígging.fo

Ynskir tú at hjálpa Suðuroyar Kajakk at seta á stovn eitt burðardygt og heilsugott rørslutilboð í oynni?

Endamálið við Suðuroyar Kajakk, er at skapa eitt burðardygt rørslutilboð, sum fremur sálarliga og likamliga heilsu. At rógva kajakk er heilsugott fyri likam og sál, og harumframt hvørki dálkar ella slítur tað upp á okkara náttúru. Vágsfjørður er vælegnaður til kajakkróður, tí hann er langur, smalur og grunnur, og er endamálið at kunna bjóðað hetta tilboð til øll áhugaði. Bæði til tey, ið búgva í oynni, og til tey, ið vitja hana. 

Stigtakarin handan Suðuroyar Kajakk, Eyðfinn Debes, ætlar í fyrsta umgangi, at bjóða Sit on top kajakkir til útleigan, á Vágsfjørði. Málbólkurin er bæði familjur, bólkar og einstaklingar. Sit on top kajakkir eru vælegnaðar til fólk, ið ikki hava roynt kajakróður áður, tí kunnu øll vera við. Eydnast at fáa savnað saman 60.000 kr. gjøgnum hópfígging, verður hetta tilboð longu klárt í summar. Ynski er eisini at keypa ein vogn til kajakkirnar, soleiðis at til ber at koyra runt oynna við teimum. Seinni er ætlanin, at bjóða vanligar havkajakkir og SUP fjalir til útleigan. 

Eitt gamalt neyst í Vági, er keypt til endamálið, og skal tað umvælast, so karmarnir til hetta tilboð, verða so góðir sum møguligt. Staðsetingin av neystinum er góð, mitt í býnum, tætt við fiskaplássið á Løhamri. Tað síðsta, ið skal gerast í neystinum, er eitt vælveruøkið, sum gevur rógvarum møguleika fyri at bíleggja eina tíð til gosbað, eftir ein góðan kajaktúr á Vágsfjørði. 

Les meira um verkætlanina her:

https://www.hopfigging.fo/project/view/86

Facebook viðmerkingar