Atlantic Open 2021 í Páls Høll enn á skrá

Í døgunum 11. til 13. juni er Atlantic Open 2021 á skrá í Páls Høll í Vági.

Rókur í Jákupsstovu, formaður í Svimjisambandinm, greiður frá, at tey hava spurgt seg fyri hjá koronaráðgevingini, sum sigur at um støðan komandi dagarnar er líka so góð sum nú, so er ráðiligt at skipa fyri ítróttartiltaki komandi vikuskifti.

Tí fyrireika vit okkum enn uppá at skipa fyri Atlantic Open 2021 í Vági, nú komandi vikuskifti hin 11. til 13. juni 2021, skrivar Rókur í Jákupsstovu á svimjing.com.

Tilsamans eru tey 58 tilmeldaðir svimjarar, sum øll eru heimabúgvandi í Føroyum, umframt neyðugu dómarar og hjálparfólk.

Tað verður ælandi stroyma frá øllum stevnupørtum, so at fólk kunnu fylgja við heiman í frá, heldur enn at skula í høllina at hyggja.

Øll sum ætla sær at møta til stevnuna, verða uppá tað harðasta mælt til at umhugsa sína støðu, í mun til sína heilsustøðu, og hvønn smittuvanda sum tey nú einaferð hava verið í.

Skuldi støðan verði verri, so verða vit sjálvsagt noydd at annaðhvørt útseta ella avlýsa.

Facebook viðmerkingar