Nú koronusmittan hevur tikið seg uppaftur, undrast mong á, hví tilmælið um heimauppihald við komu til Føroyar varð slept. Serliga sæð í ljósinum av, at tilmælini innanlands í Føroyum eru linkað sera nógv.
Fakmyndugleikin hevur sagt alment, at tamarhald er ikki á støðuni. Tí er eisini áhugavert at vita, hvat fakkunnleikin hevur tilmælt hesum viðvíkjandi.
Tí havi eg sett løgmanni nakrar spurningar fyri at fáa greiðu á, um ætlanin er at broyta tilmælini aftur og mæla til, at ferðandi fara í heimauppihald við komu til Føroyar.
1. Hvør er orsøkin til, at tilmælið um heimauppihald við komu til Føroyar varð slept ?
2. Hevur fakkunnleikin viðmælt at taka tilmælið um heimauppihald burtur ?3.Er ætlanin at seta tilmælið um heimauppihald við komu til Føroyar í gildi aftur ?
Sirið Stenberg
Facebook viðmerkingar